Teir spældu saman í Slovakia fríggjakvøldið. Hetta var fyri fyrstu ferð í ár tí í mars var Bjartalíð skaðadarvaður, í Baltic Cup kom hann inn, tá Biskopstø fór út.
Í kvøld fór eldri vinstrabeinti spælarin av Brekku úr Klaksvík út, tá hin yngri kom inn. Aftaná hittu vit teir báðar nú sáttmálaleysu vinmenninir.
Jákup Biskopstø hevur hesar báðar seinastu dystirnar víst sítt virði fyri landsliðið, nú drúgvi miðvallarin er vendur aftur frá skaða.
- Hevði bygt meg væl upp gjøgnum árið, so tað var frustrerandi at gerast skaddur í summar og sita og hyggja í sjónvarpinum, tá teir spældu fyrr í heyst. So havi arbeitt fram ímóti hesum tveimum dystunum - tí var tað so deiligt at fáa so stór álit, og at tað eydnaðist at tryggja 2. plássið, sigur Jákup Biskopstø.
Jóannes Bjartalíð fær nú frí, áðrenn avgerðin um framtíðina fellur. Hann er vælnøgdur við kvøldið og staðfestir, at málið nú er deild B í Nations League.
- Tað var fantastiskt at spæla í kvøld, og vit prógva aftur okkara styrki. Í mars vera tað uppflytingardystir, og hví ikki? Vit vilja gjarna flyta eina deild upp.
Hoyr samrøðuna við Jóannes og Jákup ovast
Sí eisini: Jann avloysti vinmannin og kappingarneytan: - Fantastiskt at spæla og vinna á Tórsvølli aftur
----------------------------------------------------------
Nations League Deild C, bólkur 3
6. og seinasta umfar, mánadagin 16. november
Føroyar - Moldova 1-0 (1-0)
25' Áki Samuelsen (Adrian Justinussen)
Video: Málskjúttin tordi ikki at hyggja eftir endanum
Endaliga Støðan
1. Slovakia 12 stig *
--------------------
2. Føroyar 8 stig **
-------------------
3. Moldova 7 stig
4. Kasakstan 3 stig **
* Hevur vunnið bólkin
** Skulu spæla røkkstøkkdystir í mars um uppflyting
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald