Eftir níggju mánaðir uttan starv, er danski fótbóltsvenjarin Thomas Frank nú aftur í ensku Premier League.
Í gjár varð kunngjørt, at 53 ára gamli danin verður nýggjur høvuðsvenjari í felagnum Crystal Palace, sum í løtuni liggur niðjast í Premier League.
Thomas Frank var seinast venjari í Tottenham, men misti starvið í februar í ár eftir eitt vánaligt tíðarskeið.
Thomas Frank skal í fyrstu atløgu royna at bjarga London-felagnum Crystal Palace frá niðurflyting.
- Crystal Palace er eitt søguligt felag í Onglandi og í Premier League. Eg fari at gera alt, eg kann, fyri at hjálpa og stuðla leikarum og øllum í felagnum, segði Thomas Frank í sambandi við at felagið kunngjørdi, at sáttmáli er skrivaður við danska venjaran.
Við franska Pierre Sage sum venjara, hevur Crystal Palace einans fingið sjey stig í tíggju dystum í ár, tí avgjørdi felagið at siga sáttmálan upp í farnu viku.
Áðrenn Thomas Frank kom til Tottenham var hann venjari í felagnum Brentford við sera góðum úrslitum. Hann tryggjaði Brentford uppflyting í bestu deildina í Onglandi, og megnaði at menna felagið til at gerast eitt, sum megnaði at halda seg í Premier Leauge uttan at hava eina nógvar pengar at arbeiða við, sum hini oddaliðini hava.
Nú er vónin, at hann kann gera nakað tað sama við Crystal Palace.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald