Hondbóltssendingin 7 móti 6 er á skránni hvønn týsdag eftir tíðindini á FM1 klokkan 17.
Sjúrður Hildarson Hoydal er vertur, og í dag vitja Henny á Líknargøtu og Ró Reginsdóttir, ávikavist nevndarlimur og og spælari hjá Neistanum.
Neistin og H71 fóru út úr Euroepan Cup við einum braki síðsta vikuskifti. Tað gekst tó væl fyrr í kappingini, og tær fara at seta orð á upplivingarnar. Ró Reginsdóttir skal í desember til eitt vaksnamannaendaspæl á fyrsta sinni - EM í Póllandi - og hetta verður eisini vent.
Djóni Gaard Joensen var við H71-kvinnunum í Póllandi, og nú fyrireikar høvuðsvenjarin hjá besta mansliðnum í Hoyvík seg uppá at taka ímóti einum pólskum liði, sum vitjar í Hoyvíkshølini leygardagin og sunnudagin.
![]()
Djóni Gaard Joensen og H71 skulu royna at vinna seg til 4. umfar í European Cup
Vit koma nakað inn í fyrireikingarnar hjá hoyvíkingunum, og eisini inn á støðuna í landskappingunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald