Fótbóltur

Áki Samuelsen toppskjútti í sínari fyrstu kapping við A-landsliðnum

22-ára gamli vongurin hevur av álvara fingið sítt gjøgnumbrot við trimum málum, umframt einum uppleggi, í seks dystum í heyst.

Áki Samuelsen avgjørdi á Tórsvølli í gjár, tá Føroyar tryggjaðu 2. plássið (Mynd: Sverri Egholm)

Áki Samuelsen avgjørdi á Tórsvølli í gjár, tá Føroyar tryggjaðu 2. plássið (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-17 18:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nations League 2026-2027 er ikki liðugt enn, men okkurt landsliðsgjøgnumbrot kann staðfestast - millum annað hjá toppskjúttanum í teimum seks dystunum í september, oktober og november.

Føroysku málskjúttarnir í Nations League
Áki Samuelsen 3
Viljormur Davidsen 2 (1)
Petur Knudsen 1
Geza David Turi 1
Adrian Justinussen 1

Vit hava ikki eftirhugt allar málskjúttar og øll landsliðsárini, men tað man vera sjálvdan at ein spælari hevur fingið so mikið nógv mál fyrstu dystirnar.

Áki Samuelsen spældi við í Baltic Cup-venjingarkappingini í juni. Dystirnir móti Estlandi og Lettlandi vóru teir báðir fyrstu dystirnir hjá vonginum við uppruna í HB.

Mjällby-spælarin tók endaliga fetið frá U21-landsliðnum til A-landsliðið í september, og í samrøðu við Portalinum í gjár, vísti Áki Samuelsen sjálvur á, at hetta var rætta tíðspunktið at taka fetið.

Sí eisini:
Video: Málskjúttin tordi ikki at hyggja eftir endanum

[object Object]

[object Object]Løtan eftir at Áki Samuelsen legði Føroyar á odda móti Moldova í gjár (Myndir: Sverri Egholm)

Myndir: Minniligi novembersigurin á Moldova

Umframt avgerandi málið móti Moldova mánadagin, skoraði Áki Samuelsen til 2-1 í Slovakia fríggjakvøldið - eisini eftir frálíkt uppspæl - og kviki og snildi vongurin skoraði fyrsta málið hjá Føroyum í kappingini: Eftir eitt korter móti Kasakstan tá bólturin fór upp undir nettakið á Tórsvølli.

[object Object]

[object Object]
Ein ovurfegin Áki Samuelsene eftir málið í Slovakia fríggjadagin (Mynd: Sverri Egholm)

Harvið hevur ein av nýggjaru landsliðsspælarunum víst satt máltev, og hann legði eisini upp til málið hjá Adrian Justinussen móti Slovakia á Tórsvølli - Adrian átti uppleggið í gjár. 

Áki Samuelsen gjørdi sum René Shaki Joensen í fyrstu Nations League-kappingini í 2018: Skoraði trý mál.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder