Fótbóltur

Kvinnurnar byrja á útivølli ímóti Ísrael

Dystaskráin fyri Nations League hjá kvinnum er nú klár. Føroyar eru í bólki við Ísrael, Norðurmakedonia og Andorra.

Í oktober spældu føroysku kvinnurnar tveir venjingardystir móti Andorra (Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

Í oktober spældu føroysku kvinnurnar tveir venjingardystir móti Andorra (Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

2026-11-18 19:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Dystaskráin fyri Nations League hjá kvinnum er nú klár, og tað er greitt, at Føroyar byrja á útivølli móti Ísrael leygardagin 2. mars 2027.

Føroyar eru í bólki C3 saman við Ísrael, Norðurmakedónia og Andorra, og tilsamans seks dystir eru á skránni.

Føroysku kvinnurnar leggja fyri við tveimum útidystum – fyrst ímóti Ísrael 2. mars og síðani Norðurmakedónia 6. mars, skrivar Fótbóltssamband Føroya.

Dystarskráin

  • 2. mars Ísrael – Føroyar
  • 6. mars Norðurmakedónia – Føroyar
  • 20. apríl Føroyar – Andorra
  • 24. apríl Føroyar – Ísrael
  • 11. juni Andorra – Føroyar
  • 15. juni Føroyar – Norðurmakedónia
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder