Fótbóltur

- Vit hava møguleikar ímóti øllum fýra londunum

Eyðun Klakstein hevur ikki nakra ynskimótstøðu í lutakastinum um røkkstøkkdystirnar - heldur sær landsliðsvenjarin stórar møguleikar í dystunum í mars. Lutakastið verður fríggjadagin klokkan 11, har Norðurmakedónia, Georgia, Ísrael ella Rumenia kemur úr pottinum.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2026-11-19 13:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Røkkstøkkdystirnir í mars eru ein stórur møguleiki og ein góð styrkiroynd hjá okkum. Vit hava ongantíð áður spælt slíkar dystir, og bara dystirnir í sær sjálvum vera ein krevjandi og hugalig avbjóðing, sum bæði kann menna okkum og geva okkum avbjóðingar á hægri stigi.

Soleiðis sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum í dag.

A-landsliðsvenjarin hjá monnum og spælararnir munnu framvegis verða spentir eftir 1-0 sigurin á Moldova á Tórsvølli mánadagin. Sigurin hevði við sær, at Føroyar yvirhálaðu moldovar á stigatalvuni og harvið tryggjaðu sær rættin at spæla røkkstøkkdystir um uppflyting til deild B í Nations League.

Talan er um eina uppflyting, sum kann fáa stóran týdning fyri føroyska manslandsliðið.

[object Object]

[object Object]
Stórur føroyskur fagnaður eftir sigurin á Tórsvølli mánadagin (Myndir: Sverri Egholm)

Havi onga ynskimótstøðu í morgin

Lutakastið til røkkstøkkdystirnar verður í morgin, fríggjadagin 20. november klokkan 11 føroyska tíð.

Eftir dystirnar kring Evropa týsdagin gjørdist endaligagreitt, at tey fýra møguligu mótstøðulondini hjá Føroyum undan lutakastinum eru Norðurmakedónia, Georgia, Ísrael og Rumenia. Tey endaðu øll aftast í sínum bólkum í deild B í undanfarnu UEFA Nations League kapping.

Sí eisini: Norðurmakedónia, Georgia, Ísrael og Rumenia: Eitt av hesum á skránni síðst í mars 2027

Eyðun Klakstein sigur við fsf.fo, at dystirnir fyrst og fremst eru tann stóri møguleikin at vinna uppflyting í hægri deild: Og tað er málið hjá Føroyum.

– Skulu vit flyta uppeftir í Nations League og vinna okkum í eitt endaspæl í framtíðini, eru tað júst lond sum Norðurmakedónia, Rumenia, Ísrael og Georgia, sum vit skulu yvirhála, og tí vera røkkstøkkdystirnir eisini ein styrkiroynd, sum kann geva okkum ábendingar um, hvussu langt vit eru komin á leiðini.

Hóast summi hava peikað á serliga Norðurmakedónia sum ynskimótstøðu og Rumenia sum tað, man helst ikki skal hava, so sær høvuðsvenjarin seinastu tvey árini ikki á tað á sama hátt: 

– Eg havi ikki nakað ynskimótstøðulið. Øll londini eru styrkismett væl hægri enn vit, men eg haldi, at vit hava møguleikar ímóti øllum fýra londum, sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.

Lutakastið til røkkstøkkdystirnar verður í morgin, fríggjadagin 21. novembur klokkan 11, og kann síggjast beinleiðis á heimasíðuni hjá UEFA.

Føroyar spæla heima 25., 26. ella 27. mars, og á útivølli 28., 29. ella 30 mars 2027.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder