Fótbóltur

Hallur Hansson vitjar í ársins seinasta Fótbóltsskýli

Talan verður um fyrstu longru samrøðuna hjá Halli, síðani hann kunngjørdi, at leiðin sum fótbóltsspælari endar. Lurta eftir sendingini á FM1 frá klokkan 17.15.

Hallur Hansson spældi 76 A-landsdystir fyri Føroyar - tann seinasti var hesin á Tórsvølli í fjør: 2-1 sigurin á Gibraltar (Mynd: Sverri Egholm)

Hallur Hansson spældi 76 A-landsdystir fyri Føroyar - tann seinasti var hesin á Tórsvølli í fjør: 2-1 sigurin á Gibraltar (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-20 10:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bert fimm spælarar hava spælt fleiri ferðir á manslandsliðnum enn Hallur Hansson.

Hann var millum annað undangongumaður í ógvuliga góðum tíðarskeiði miðskeiðis í 2010'unum, skoraði til 1-0 í minniliga heimasigrinum á Grikkalandi, og gjørdist seinni liðformaður á A-landsliðnum.

76 ferðir spældi orkuríki og dugnaligi miðvallarin fyri A-landsliðið hjá Føroyum. Áðrenn ein álvarsamur knæskaði og fylgiskaðar fóru at leggja stórar meinbogar fyri nøkrum árum síðani, var Hallur Hansson millum annað liðformaður í Superliga-felagnum AC Horsens.

Tíðin uttanlands byrjaði sum lærlingur í Abeerdeen, og tíðin sum fótbóltsspælari endaði í KÍ.

Í Fótbóltsskýlinum í dag fer Hallur Hansson at tosa eitt sindur um hesa hendingaríku tíðina við Trygva Absalasonsen.

Komið verður eisini eitt sindur inn á 2. plássið hjá landsliðnum í Nations League og dagsins røkkstøk-lutakast í ársins seinasta Fótbóltsskýli, sum byrjar tá tíðindini klokkan 17 eru liðug. 

Lurta her ella á vanligu frekvensunum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder