Mánadagin 23. november savnast føroysku hondbóltskvinnurnar fyri at av álvara fyrireika seg til EM-endaspælið, sum fyri Føroyar byrjar í Póllandi 5. desember.
Um Føroyar av álvara skulu gera vart við seg og kappast um koma víðari, skulu Maria Pálsdóttir Nólsoy og Jana Mittún hava eitt gott endaspæl.
Í morgin, leygardagin 21. november, klokkan 13 føroyska tíð hittast føroysku profilarnir við donsku liðum teirra. København tekur ímóti Viborg á Frederiksberg.
Liðini liggja lið um og lið á stigatalvuni í fremstu donsku deildini. Fyri København hevur Maria Nólsoy týðandi leiklut, og tað hevur 22-ára gamli spælskiparin millum annað víst tveir teir seinastu dystirnar.
Í tapinum fyri NordVestjysk Elite mikudagin varð Maria Pálsdóttir Nólsoy toppskjútti við sjey málum (átta skot), og føroyingurin gjørdist dagsins spælari móti stórfelagnum Odense í síðstu viku (seks mál og trý upplegg), tá København av álvara bjóðaði av.
![]()
Maria Nólsoy var stór orsøk til at København var nær við at koppa Odense (Mynd: København Håndbold)
Jana Mittún skeyt fýra mál og legði upp til fýra mál fyri Viborg í sigri á Sønderjyske fyrr í vikuni. Eisini hon tykiskt væluppløgd, nú EM nærkast.
Eftir dystin í morgin ferðast Jana og Maria til Føroyar, og hinir útisetarnir vera eisini her áðrenn mánadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald