Í juni 2025 spældur Føroyar og Georgia venjingardyst í Tbilisi. Tá londini hittast aftur í georgiska høvuðsstaðnum síðst í mars 2027 verður nógv meira uppá spæl.
Norðurmakedónia og Rumenia fóru, og tá mótstøðuliðið hjá Føroym í Nations League-røkkstøkkdystinum skuldu finnast, vóru Georgia og Ísrael eftir.
Har komu georgar út pottinum. Á pappírinum eitt fínt lutakast, hóast georgar eru styrkismettir væl omanfyri føroyingar.
Føroyar taptu 1-0 í Tbilisi í fjør og hava havt betri úrslit enn Georgia síðani. Mótstøðuliðið í mars verður eisini uttan stóru stjørnuna. Khvicha Kvaratskhelia fekk álvarsaman knæskaða í Champions League-dysti móti Barcelona í síðsta mánaða og skal sita uttanfyri í eitt hálvt ár.
Harumframt fekk sterki georgiski Bundesliga-miðverjin Luka Lochoshvili reytt kort í tapinum fyri Ukraina týskvøldið.
Røkkstøkkdystir um upp- og niðurflyting til Deild B
Kýpros - Norðurmakedonia
Estland - Rumenia
Føroyar - Georgia
Hvítarussland - Ísrael
Føroyar spæla fyrra dystin á Tórsvølli 25-, 26. ella 27. mars. Nakrar dagar seinni verður avgerandi dysturin í Georgia. Endaligar dagfestingar verða settar á skjótt.
Verður dagført
Landsliðsvenjarin Eyðun Klakstein verður í FM1-tíðindunum og setur orð á lutakastið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald