Bestu svimjararnir skulu finnast

FM á stuttgeil verður sett í Svimjihøllini Gundadali seinnapartin og stevnan heldur fram alt vikuskiftið. Øll trý finalukvøldini síggjast á Portal Play.

2026-11-20 12:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyameistarastevna og Juniormeistarasetvna á stuttgeil 2026 er í Svimjihøllini í Gundadali um vikuskiftið.

Byrjað var í morgun, og kappast verður síðani við innleiðandi og JM um morgunin og FM-finalum um kvøldið, fram til og við sunnukvøldið. 

Sum nakað nýtt ber til at stroyma FM á stuttgeil á stroymingapallinum Portal Play.

Hoyr Anniku Olsen, forkvinnu í Svimjhisambandinum greiða frá her

Til at keypa atgongd til allar finalurnar undir einum við passi til FM á stuttgeil 2026. Kostnaðurin er 119 krónur. Eisini ber til at keypa sær einstøk finalukvøld fyri 59 krónur fyri hvørt.

Fyrsta finalukvøldið verður í kvøld, fríggjakvøld, frá klokkan 17. Setanin byrjar klokkan 16:45.

Vitja Portal Play her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder