MG Wenzel-deildin:
Mjølnir – Ternan 3-0 (25-13, 25-16, 25-20)
Gaman í beit Ternan væl frá sær í triðja setti, men sigurin hjá Mjølni var ongantíð í vanda.
Mjølnir var væl mannað í dag m.a. við nýggja leikandi brasilska venjaranum Alexsandro Nascimento, og eisini Vuc Ilic var við aftur, eftir at hann ikki var við í 3-2 sigrinum á ÍF mikukvøldið. Hinvegin var Phil Freere ikki við í dag.
Mjølnir fór undan beinanveg í fyrsta setti og legði seg á odda 7-2 og 12-4, og so var spurningurin bara um, hvussu stórur munurin skuldi verða. Mjølnir vann settið 25-13.
Í øðrum setti fylgdi Ternan við eina løtu, men eftir at hava minkað um munin til 10-11 kom stígur í, og Mjølnir fór frá og legði seg á odda 17-10 við seks stigum á rað, áðrenn settið varð vunnið 25-16.
Í triðja setti var Ternan leingi á odda, t.d. 9-6, og megnaði eisini at javna til 17-17, tá ið Mjølnir vann fýra stig á rað og fór framum 21-17. Hetta gjørdist avgerandi, og Mjølnir vann settið 25-20.
Við sigrinum nærkast Mjølnir Fleyr, sum er fýra stig fremri. Bæði hava spælt fýra dystir. Um eina viku vitjar Mjølnir í Sørvági, og vinnur Mjølnir tá, so verður rættiligt oddabrak í Klaksvík 5. desember, tá Mjølnir og Fleyr bresta saman.
Í dag, leygardagin kl. 16, spæla ÍF og SÍ í Fuglafirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald