Hondbóltur

Jana nær við at avgerða - men stórspælandi Maria javnaði í síðstu løtu

Landsliðsprofilarnir hittust í Keypmanhavn í síðsta dystinum undan EM-fyrireikingunum. Jana Mittún og Viborg vóru leingi á odda, men Maria Pálsdóttir Nólsoy var dagsins spælari við 18 málum/uppleggum. Rakul Wardum hevði nógvar bjargingar móti oddaliði.

Maria Pálsdóttir Nólsoy og Jana Mittún fáa stóran leiklut fyri Føroyar, sum um tvær vikur spæla fyrsta EM-dystin í Póllandi. Í dag hevði Maria seinastu ella næstseinastu hond á yvir helminginum av teimum 35 København-málunum (Mynd: Sverri Egholm)

Maria Pálsdóttir Nólsoy og Jana Mittún fáa stóran leiklut fyri Føroyar, sum um tvær vikur spæla fyrsta EM-dystin í Póllandi. Í dag hevði Maria seinastu ella næstseinastu hond á yvir helminginum av teimum 35 København-málunum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-21 16:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skulu Føroyar standa seg væl í EM-endaspælinum í Póllandi í desember, er neyðugt at Maria Pálsdóttir Nólsoy og Jana Mittún standa seg væl - og tað gera tær í løtuni, serliga fyrrnevnda.

Bakspælararnir eru spælskiparar hjá hvør sínum liði í ovara parti av stigatalvuni, og seinnapartin hittust Viborg og København Håndbold á Frederiksberg. Har fingu føroysku profilarnir høvuðsleiklutir.

Viborg var á odda við tveimum málum í steðginum og hevði eisini leiðslu á fimm mál og onkutíð fleiri í løtum eftir steðgin. Munurin minkaði so líðandi. Serliga vegna stórspælandi Mariu Nólsoy á hinum liðnum, men eisini Viborg-skot á stongina, tekniskar villur, og at Emilie Firgaard bjargaði tveimum royndum frá Janu Mittún.

Tað var 34-34, tá Jana Mittún legði Viborg á odda aftur við 80 sekundum eftir. København brendi fyrstu royndina í sínum næsta álopi, men fekk bóltin aftur og so breyt Maria Pálsdóttir Nólsoy ígjøgnum. Nummar 21 hevði skorað øll síni sjey skot frammundan, og tá stig var uppá spæl, var heldur eingin ivi.

Maria Nólsoy skoraði ella legði upp til sjey av átta teimum seinastu málunum hjá Københav og hevði samanlagt 18 mál/upplegg í 35-35 javnleikinum. Samlaðu tølini vóru:

8 skot, 8 mál - 10 upplegg, umframt eitt vunnið brotskast. Bert skrásett fyri eina tekniska villu

Sì øll tølini her

[object Object]
Eingin megnaði at steðga Mariu Nólsoy á Frederiksberg í dag - vónandi verður tað líknandi fyri Føroyar í næstum (Mynd: Sverri Egholm)

22-ára gamli snildi bakspælarin, við uppruna í Neistanum, hevur eisini víst frálíkt spæl í undanfarnum dystum fyri København, umframt at Maria spældi ógvuliga góðar venjingardystir móti Eysturríki í síðsta mánaða.

Les eisini: Dagsins spælari og síðani toppskjútti: Maria Nólsoy í toppformi undan EM-endaspælinum

Tað gjørdi Jana Mittún eisini, og í dag skoraði 22-ára gamla hoyvíkskvinnan seks mál og hevði fýra upplegg fyri Viborg: Tíggju málstig frá Janu og samanlagt 28 føroysk á Frederiksborg.

Mánadagin savnast tær við hinum í EM-hópinum í Høllini á Hálsi. Síðsta umfar í bestu donsku deildini undan drúgva EM-steðginum er hetta vikuskifti. 

Claus Mogensen, sum eisini er venjari hjá Ikast, kemur til Føroya við sigri í viðførinum. Rakul Wardum og Skanderborg taptu stórt fyri Team Esbjerg, og 31 mál fóru ígjøgnum tá føroyski landsliðsmálverjin stóð í mál. Men Rakul Wardum hevði eisini 11 bjargingar móti oddaliðnum og donsku meistarunum frá í fjør

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder