Hondbóltur

Myndir: H71 hevur fyrimunin eftir fyrra dystin í Hoyvíkshøllini

Talan var um harðan og spennandi evropeiskan dyst, har Boas Ellefsen á Skipagøtu og Helgi Hildarson Hoydal skoraðu samanlagt 20 ferðir. 33-31 til føroyameistararnar undan seinna dystinum, sum sæst á Portal Play sunnudagin klokkan 17.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-11-21 19:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Pólsk mótsstøða var hjá greipuvinnarunum úr H71 í kvøld, og sum væntað var talan um kropsliga sterka mótstøðu.

At enda vóru hoyvíkingar tó snildari og stinnari og hava ein lítlan fyrimun undan seinna dystinum, sum verður í morgin, sunnudagin. Ein fyrimun sum tó kundi verið størri

Tað var 16-16 í steðginum, men í 2. hálvleiki koyrdu H71'arnir á, har serliga Boas Ellefsen á Skipagøtu var í hopla. Leiðslan lá leingi um 1-2 mál, men frá minutti 50 og smáar fimm minuttir fram, var leiðslan størri - heilt upp í fimm málum.

Ostrovia fekk tó minkað niður í tvey mál. Hetta merkir, at H71 kann tapa við einum máli í morgin, tá liðini hittast aftur í Hoyvíkshøllini. Hetta verður klokkan 17, og dysturin sæst á Portal Play fyri 79 krónur.

Sí myndir niðanfyri sum Jens Kr. Vang tók.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder