Annað

Fimmsettari millum ÍF og SÍ koppaði til ÍF

MG Wenzel-deildin: ÍF – SÍ 3-2 (25-20, 18-25, 18-25, 25-23, 15-13).

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-11-22 12:15 Author image
Innsent
placeholder

Leingi sá út til, at javnbrótarin fór at koppa til SÍ, sum var frammanfyri 8-3 og 12-9, men við fýra stigum á rað vann ÍF settið 15-13 og dystin 3-2. Hetta var longu fjórði fimmsettarin í bara 10 dystum í ár.

Í fyrsta setti var ÍF á odda frá byrjan til enda, og sjáldan var munurin minni enn trý stig.

SÍ kom fyri fyri seg í øðrum setti og legði seg á odda 12-6, áðrenn ÍF minkaði um munin til 13-14 og 14-15. ÍF misti tó takið aftur, og so vann SÍ 25-18.

Triðja sett gekk javnt á til 8-8, tá ið SÍ vann ikki minni enn 10 stig á rað og legði seg á odda 18-8, áðrenn settið varð vunnið 25-18.

Eftir at SÍ hevði javnað til 15-15 í fjórða setti, var mest sum púra javnt, tað sum eftir var av settinum, sum ÍF vann 25-23, eftir at SÍ hevði yvirlivað ein settbólt við støðuna 22-24.

Í javnbrótaranum legði SÍ betur fyri og vann seg framum 3-0, 6-2 og 8-3 og 10-7 og 12-9. Men síðan eydnaðist sørvingum bara at vinna eittans stig aftrat, og við fýra stigum á rað vann ÍF javnbrótaran 15-13.

Hjá SÍ var Hjørtur Joensen aftur á liðnum fyri fyrstu ferð í ár, og úr Ternuni er Dominick Philbrow Troleis komin, men hinvegin var Róar í Haraldstovu ikki við.

Støðan í MG Wenzel-deildini:

NrLiðDystirStig
1Fleyr412
2Mjølnir48
3ÍF45
4SÍ43
5Ternan42

Flogbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder