Annað

Mansliðið hjá Havnar Svimjifelag setti føroyskt met

Bartal Erlingsson Eidesgaard setti sjálvur met við at svimja sínar 50 metrar við tíðini 22.35. Thoedor Salter, Óli Mikkelsen og Silas Dam Lindberg svumu eisini ógvuliga skjótt leygarkvøldið - til ber at síggja seinasta dagin á FM á stuttgeil á Portal Play.

Bartal Erlingsson Eidesgaard stendur fremst í myndini og fær her heiðursmerki - tað gjørdi hann nakrar ferðir í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Bartal Erlingsson Eidesgaard stendur fremst í myndini og fær her heiðursmerki - tað gjørdi hann nakrar ferðir í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-22 11:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagurin í FM á stuttgeil gjørdist serstakliga góður fyri Havnar Svimjifelag og millum annað Bartal Erlingsson Eidesgaard, sum setti met á 50 metrar frí - tvær ferðir.

Video: Tvær ferðir føroyskt met til Bartal Eidesgaard

Seinni ferð var í liðkappingini, sum er 4x50 frí. Havnar Svimjifelag vann gull bæði hjá kvinnum og monnum, og hjá monnum varð talan um met.

[object Object]

[object Object]
Myndir: Svimjisamband Føroya

Bartal Erlingsson Eidesgaard (fø met 22,35), Thoedor Salter, Óli Mikkelsen og Silas Dam Lindberg svumu samanlagt teir 200 metrarnar við tíðini 1,33,81 og vunnu greitt gull.

Gamla metið var 1:34,25.

Myndir: Fyrsti FM-dagurin í Gundadali

Fleiri hava eisini klárað kravtíðina til Oyggjaleikirnar, sum vera í Føroyum næsta ár, og fleiri kappingar eru eftir í dag.

Til ber at síggja seinasta dagin á FM á stuttgeil á Portal Play fyri eitt gjald á 59 krónur. Byrjað verður at senda klokkan 16 í dag


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder