Í døgunum 24. til 30. november eru Føroyar vertir fyri EM-undankappingini hjá U19-landsliðnum við gentum, og málið er at vinna bólkin, sigur Sigtór Petersen, venjari.
– Vit hava fyrireikað okkum væl, og gleða okkum til kappingina. Málið er at vinna bólkin, og at flyta upp aftur í deild A, tá undankappingarnar í vár eru á skránni, sigur hann sambært heimasíðuni hjá FSF.
Hini londini í bólkinum eru Ukraina, Litava og Andorra.
Føroyar spæla móti Litava 24. november, móti Andorra 27. november, og móti Ukraina 30. november.
Umframt venjingar, hava føroysku U19-kvinnurnar eisini spælt nakrar dystir móti føroyskum liðum.
– Fyrr í vikuni møttu vit KÍ, sum er eitt gott lið og spælir við høgari leikferð – nakað, sum vit rokna við at mótstøðuliðini í undankappingini eisini fara at gera, sigur Sigtór Petersen.
– Og málið er heilt greitt: Vit ætla okkum at vinna bólkin og flyta upp. Tað ræður eisini um at tora at seta sær høg mál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald