Fótbóltur

Stjørnan fer í EM-steðg sum oddalið

Klaksvíkskvinnur hava av álvara funnið flogið, og leygardagin fekk EB hetta at sanna - sí hæddarpunkt her. VÍF vann í Hoyvík, og harvið tætt í oddinum, nú eingin landskappingarhondbóltur verður í nakrar vikur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-11-22 16:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stjørnan er aftur ovast í fremstu deildini. Tað var vanligt serliga tíðligaí øldini, man tað man vera langt síðani, at tær reyðkløddu úr Norðoyggjum hava verið oddalið so mikið langt inn í eitt kappingarár.

Stjørnan taptí í Hoyvík í 3. umfari, spældi stutt seinni javnleikir móti Neistanum og StÍF men hevur síaðni vunnið seks dystir á rað. Tríggir av seinastu fýra dystunum - í Havn móti Neistanum, í Vestmanna og í gjár - hevur Stjørnan vunnið við yvir tíggju málum.

Stjørnan vann 35-22 á EB í KÍ-høllini leygardagin - sí hæddarpunkt ovast

Ein blandingur av sterkum lokalum buli, dugnaligum útlendskum spælarum - í bakketu og í málunum - umframt Brynju Høj sum verjuovasta og strikuspælara sær út til at rigga.

Av tí at VÍF vann í Hoyvík í gjár, í spennandi dysti, hevur Stjørnan fýra stig niður til júst VÍF og H71. Oddaliðið hevur tó spælt ávikavist ein dyst og tveir dystir fleiri enn vestmannakvinnur og hoyvíkskvinnur.

Sí støðuna í SMS-deildini her

EM-hópurin savnast mánadagin, og tað verða ikki landskappingardystir næstu smáu tríggjar vikurnar. Dystir standa at vera aftur 9. desember, men í øllum førum dystirnir hjá H71 og Neistanum, sum hava EM-spælarar, vera fluttir. Annars er oddadystur millum VÍF og Stjørnuna á skránni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder