Video: Hesir ungu spælararnir eru bara ótrúliga dugnaligir - hetta er feitt

Jónas Gunnarsson Djurhuus setur orð á sinniliga sterka H71-liðið, har yngri sum eldru tóku ábygd í samanlagda evropeiska sigrinum. - Havi ikki roynt at spælt slíkar evropeiskar dystir, so hetta er gott at koma heim til.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-11-22 19:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hetta var ógvuliga tætt og inntenst allan vegin, men vit eru mentalt sterkir og hava dugnaligar spælarar og vísa tað.

Hetta sigur Jónas Gunnarsson Djurhuus, sum hetta vikuskifti var við at spæla H71 víðari enn einaferð í European Cup. 

Sí eisini: H71 í European Cup-áttandapartsfinaluni eftir gysara

Royndi spælskiparin víðurkennir, at H71 serliga seinastu fimm minuttirnar bert spældu fyri ikki at tapa við tveimum málum - heimaliðið vann við tveimum málum í fyrra dystinum móti Ostrovia leygarkvøldið.

30-ára gamli hoyvíkingurin kom aftur til barndómsfelagið eftir nógv ár uttanlands í summar, og tað er millum annað European Cup, sum Jónas ikki hevur roynt áður, sum er stór gularót.

Hann tók stóra ábyrgd í nøkrum álopsstøðum, serliga fyri stegðin, og rósar eisini blaðungu hoyvíkingunum og blandingini á liðnum.

Hoyr samrøðu ovast

---------------------------------------------------------

European Cup 3. umfar, seinni dysturin
Hoyvíkshøllin sunnudagin 22. november
H71 - Ostrovia (Pólland) 30-29 (15-15) - Samanlagt 62-61

Dystargongdin:
5 min: 2-1
10 min: 5-4
15 min: 7-8
20 min: 10-9
25 min: 12-12
30 min: 15-15
35 min: 17-17
40 min: 19-19
45 min: 21-21
50 min: 24-24
55 min. 26-27

Toppskjútti: Boas Ellefsen á Skipagøtu 10 - flest upplegg: 7

Flest Bjargingar: 
Torstein Sivertsen 9

Fleiri tøl her
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder