Fótbóltur

- Eri av álvara byrjaður at gera mat og nú eti eg døgurða hvørt kvøld

Hugsi ikki so nógv um tað at vera givin enn, men har eru ávis umskifti, sum tykjast vanlig fyri nógv onnur fólk, sigur Hallur Hansson. Hann væntar, tað fer at merkjast betri, tá fóbólturin í Føroyum byrjar aftur - tað var so at siga neyðugt at steðga við fótbóltinum.

2026-11-23 10:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Ja, also...eg havi faktiskt ikki hugsað so nógv um tað. Men fólk blíva við at spyrja meg, so eg eri kanska trýstur at hugsað eitt sindur um tað. Beint nú er so stutt tíð fráliðin, so eg eri eitt sindur í "feriumode". So eg trúgvi, at tað slær kanska meira til, tá eg síggi at hinir byrja at møta til venjing aftur. Og so serliga tá dystirnir byrja: Tað verður brutalt at hyggja eftir...men viðhvørt slær tað meg, og eg fái eitt lítið "panikkanfall": Fótbólturin hevur ein so stórur partur av mínum ívi, ja næstan altíð. Tað er í roynd og veru ein lívsstílur, tí leggur frá tær, og tað verður ótrúliga løgið.

Soleiðis greiddi Hallur Hansson frá, tá Trygvi Absalonsen í Fótbóltsskýlinum spurdi hann, hvussu tað er at vera givin.

Tað eru beint yvir tríggjar vikur síðani, at 34-ára gamli miðvallarin spældi seinasta fótbóltsdystin. Enn merkjast ikki so stórar broytingar í gerandisdegnum og tó: Hallur Hansson greiðir frá, at hann, umframt at putlast við ymiskum í og kring húsini, av álvara er byrjaður at gera mat og eta døgurða hvørt kvøld. Hetta síðsta er avgjørt ikki vanligt við venjingum um kvøldið.

Hallur Hansson setti eisini erliga orð á sína tíð sum yurkisspælari: Um fleiri skeivar avgerðir, ið hann tó ikki angrar - men eisini um frálíkar tíðir í feløgum og á landsliðnum, har stríðfúsi og evnaríki spælarin á so mangan hátt gjørdi vart við seg. 

Hann heldur ikki, at avgerðin kemur ov tíðliga - hetta vegna støðuna í knænum.

Lurta eftir allari samrøðuni við Hall Hansson her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder