Hondbóltur

Tíggju og tólv dagar: Nú er niðurteljingin av álvara byrjað

Hondbóltskvinnurnar savnast á Hálsi í kvøld til fyrstu venjingina í sjálvum EM-fyrireikingunum. Føroyar spæla tveir venjingardystir í Noreg hesa vikuna, og hósdagin 3. desember gongur leiðin til Póllands. Fyrsti dystur verður spældur 5. desember.

Venjingar, dystir, fundir, onkrar vitjanir og annað er á skránni hjá føroysku hondbóltskvinnum teir tíggju dagarnar, áðrenn leiðin gongur til Póllands (Mynd: Sverri Egholm)

Venjingar, dystir, fundir, onkrar vitjanir og annað er á skránni hjá føroysku hondbóltskvinnum teir tíggju dagarnar, áðrenn leiðin gongur til Póllands (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-23 08:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

EM 2024 í Basel, HM 2025 í Trier og Katowice og EM 2026 í Katowice: Triðja veturin á rað skulu føroysku kvinnurnar spæla endaspæl.

Føroyar fara til Póllands 3. desember við einum yngri hópi og uttan millum annað Súnu Krossteig Hansen - men við umleið 300 áskoðarum sum stuðla og spennandi spælarum, har fleiri millum annað fleiri standa seg væl i bestu donsku deildini.

Sí eisini: Jana nær við at avgerða - men stórspælandi Maria javnaði í síðstu løtu

Allar 16 í hópinum savnast í kvøld í høllini á Hálsi, har fundur og fyrsta venjing eru á skránni.

Portalurin verður til staðar og hevur ymiskt frá venjingini - meira verður eisini at hoyra í sendingini "7 móti 6" á FM1 í morgin, týsdagin klokkan 17.15. 

Næstu tíggju dagarnar fylla ferðin og venjingardystirnir í Trondheim, har Føroyar hesa vikuna hitta Noreg og Danmark, nógv. 

Í næstu viku gongur leiðin til Suðurpóllands. Sí skrá niðanfyri.

FM1 og Portalurin vera við í Póllandi og fara at gera nógv burturúr

---------------------------------------------------------------------------------

Mánadagin 23. november - mikudagin 25. november, Føroyar
Venjingar og fyrireikingar á annan hátt - fráferð til Noregs verður mikudagin 


Hósdagin 26. november, Trondheim
17.00: Noreg - Føroyar (Golden League, venjingardystur)

Leygardagin 28. november, Trondheim
13.00: Danmark - Føroyar (Golden League, venjingardystur)

Sunnudagin 29. november
Venjing í Noreg og ferðing til Føroyar


Mánadagin 30. november - mikudagin 2. desember, Føroyar
Venjingar og fyrireikingar

Hósdagin 3. desember
Fráferð til Pólland (Beinleiðis fráferð til Katowice)


Leygardagin 5. desember, Katowice
19.30 Føroyar – Ukraina (Fyrsti EM-bólkaspælsdystur)

Føroyar spæla síðani mánadagin 7. desember móti Fraklandi og mikudagin 9. desember móti Ukraina. Tvey tey fremstu liðini í bólkinum koma víðari til miðumfarið.


EM-hópurin: 

Málverjar:
Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold (DEN)
Annika Fríðheim Petersen, Gniezno (POL)

Bakkar:
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, København Håndbold (DEN)
Marita Mortensen, Nykøbing Falster Håndboldklub (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, BK Ydun (DEN)
Ró Reginsdóttir, Neistin
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)

Vengur:
Brynhild Pálsdóttir, BK Ydun (DEN)
Joan Rúnadóttir Johannesen, KA Akureyri (ISL)
Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (DEN)
Christina Turiðardóttir Arge, Hadsten Håndbold (DEN)

Strikur:
Pernille Brandenborg, CSM Bucharest (ROU)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Agatha Kjærbæk Djurhuus, KA Akureyri (ISL)

EM-hópurin: - Hava valt ta samansetingina sum gevur besta samansetta spælið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder