FC Hoyvík hevur eina stóra ungdómsdeild, men nú standa fremstu mans- og kvinnuliðini fyri kollveltandi broyting. Bæði spæla í næstbestu deildini, men ætlanin hjá felagnum og møguliga nýggjum íleggjarum er ein onnur.
Portalurin skilir, at fleiri privatir íleggjarar í høvuðsstarøkinum standa til reiðar við lutfalsligari stórari upphædd. Og til reiðar at stovna eitt partafelag.
Hetta skal millum annað millum annað gera fyritreytirnar betri hjá FC Hoyvík at koma upp í Meistaradeildina hjá monnum; nakað sum felagið ikki hevur verið áður.
Í ár tryggjaði besta mansliðið sær sæti í 1. deild á evsta degi. Nú er eitt langtíðarprojekt í umbúna, har eitt partafelag sum skilst skal taka sær av rakstrinum av besta mans- og kvinnuliðnum. Hetta í samráði við nevndina, ið framvegis skal hava fult ræði á ungdómsdeildini.
Hetta skal tó góðkennast á eyka aðalfundinum, sum byrjar klokkan 18.30 í kvøld. Har skal nevndin í FC Hoyvík eisini skal mannast og síðani skipast av nýggjum.
Leysasøgur hava gingið - eisini um ávís vinnulívsfólk og venjaranøvn - seinastu tíðina, og í sendingini Fótbóltsprát í Kringvarpinum fyri viku síðani, vóru møguliga broytingarnar umrøddar nakað.
Vit hava fingið upplýst, at einki er endaliga avgjørt enn, men tað mesta bendir á, at stórætlaða fótbóltsprojektið í Hoyvík verður veruleiki skjótt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald