Samuel Johansen Chukwudi spælir fulla tíð hvørja ferð fyri SV Reid í Bundesliguni í Eysturríki.
Sterki føroyski miðverjin stendur seg væl í sterku deildini, og sunnudagin skoraði Samuel Chukwudi avgerandi mál.
Tað var 1-1 í útidystinum móti bornliðnum Wolfsberger, tá Reid eftir 94 minuttir fekk hornaspark. Bólturin varð sendur tætt innfyri málið, og har var høgi havnarmaðurin hægstur.
Sí málið móti endanum av videobrotinum ovast - ella á Youtube
2-1, trý týðandi stig og triðja málið hjá Samuel Chukwudi, síðani hann fór til Eysturríkis í summar.
SV Reid er á 6. plássið í Bundesliguni og kappast harvið um evropeisk pláss. Tríggir dystir eru eftir áðrenn jólasteðgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald