Hondbóltur

Silja Geirsdóttir Eystberg toppskjútti tveir teir seinastu dystirnar hjá Ajax

Eftir tapið í Aarhus sunnudagin er føroyingafelagið ikki longur nummar eitt í næstbestu deildini, men høvuðsstaðarfelagið, har Zachariasen-tvíburðarnir eisini spæla, er væl við í uppflytingarstríðnum.

Silja Geirsdóttir Eystberg hevur havt nógvar góðar dystir fyri Ajax í seinastuni (Mynd: EHF)

Silja Geirsdóttir Eystberg hevur havt nógvar góðar dystir fyri Ajax í seinastuni (Mynd: EHF)

2026-11-23 18:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Har eru nógvir dugnaligir føroyskir hondbóltsspælarar, og tað sást millum annað við tí, at fleiri av álvara gera vart við seg uttanlands - uttan at vera fast við A-landsliðnum og til dømis til endaspøl.

Nú bert 16 spælarar eru í EM-hópinum hjá kvinnum, hava venjararnir verið noyddir til at gjørt uppaftur fleiri raðfestingar enn vanligt. Inga Maria Roysdóttir hevur eitt framúr kappingarár í Íslandi, sum ein av allarbestu álopsspælarunum í bestu deildini har. Inga Maria verður tó ikki við í ferðalagnum til Póllanmds

Ein av teimum sum var við í venjingardystunum í Eysturríki í oktober, og stóð seg væl har, var Silja Geirsdóttir Eystberg.

EM-hópurin: - Hava valt ta samansetingina sum gevur besta samansetta spælið

Sí eisini: Tíggju og tólv dagar: Nú er niðurteljingin av álvara byrjað

Pláss var ikki fyri fjølbroytta bakkinum í hópinum hjá Claus Mogensen og Simon Olsen, sum nú er savnaður. Unga havnarkvinnan hevur annars havt góða byrjan í Ajax København og hevur verið toppskjútti í tveimum teimum seinastu dystunum hjá Ajax undan EM-steðginum.

Í sigri á GOG 14. november skoraði Silja Eystberg átta mál, og sunnudagin var hon javnsettur toppskjútti við fimm málum. Millum annað hevur spælarin við uppruna í Kyndli víst seg sum tryggjan brotskastsskjútta.

Ajax fór tó av fyrsta plássinum við tapinum í Aarhus í gjár. Men liðið, har landsliðsspælararnir Lív Bentsdóttir Zachariasen og Vár Bentsdóttir Zachariasen ofta eru í miðvejruni, er framvegis væl við í uppflytingarstríðnum í næstbestu donsku deildini.

Sí stigatalvu her

[object Object]
Vár og Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København, fyrireika seg nú til EM-endaspælið (Mynd: Sverri Egholm) 

Lív Zachariasen er fyri stuttum afturkomin frá skaða - brotnum fingri. Hoyr meira frá henni seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder