Fótbóltur

Video: - Serligt at spæla undandystir á Tórsvølli

Vit hava eitt sterkt lið og hava í øllum førum møguleikan at vinna bólkin, sigur Silja Ragnarsdóttir Trier. Føroysku U19-kvinnurnar byrja EM-undankappingina á heimavølli klokkan 15 móti Litava, sum Føroyar hava vunnið á fyrr í ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-11-24 08:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FSF Varpið: - Kenslan er góð, og vit gleða okkum til kappingina.

Tað sigur Silja Ragnarsdóttir Trier, ið er annar av liðskiparunum á U19-landsliðnum við gentum, sum næstu dagarnar skal spæla EM-undankapping í Føroyum.

Hini londini í bólkinum eru Andorra, Litava og Ukraina.

Føroyska liðið er væl fyri og væl fyreikað til kappingina, og málið er at vinna, so Føroyar aftur vera í deild A, tá EM-undankappingin í vár er á skránni.

– Tað er nakað heilt serligt at spæla landsdyst á Tórsvølli. Vit trúgva eisini uppá, at vit kunnu vinna bólkin, sigur Silja Ragnarsdóttir Trier, sum dagliga spælir við HB.

Hoyr samrøðuna við FSF Varpið ovast ella á Youtube

Føroyar leggja fyri í dag klokkan 15 móti Litava.

Dystarskráin
Í dag, týsdagin 24. november: Ukraina – Andorra (11:00 / Tórsvøllur)
Í dag, týsdagin 24. november: 24. nov. Litava – Føroyar (15:00 / Tórsvøllur)

Fríggjadagin 27. november Ukraina – Litava (11:00 / Tórsvøllur)
Fríggjadagin 27. november: Føroyar – Andorra (15:00 / Tórsvøllur)

Mánadagin 30. november: Føroyar – Ukraina (15:00 / Tórsvøllur)
Mánadagin 30. november: Andorra – Litava (15:00 / Svangaskarð)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder