Fótbóltur

Ken Fagerberg er farin

Varð funnin deyður í Havn mánadagin. Svenski fótbóltsspælarin og venjarin gjørdist 37-ára gamal. Í Føroyum virkin í 07 Vestur, TB, Royn og síðst í MB..

Sum yngri spældi hann á høgum støði í Svøríki og í Danmark - í 2017 kom Ken Fagerberg til 07 Vestur, og var hann virkin í Vágum og í Suðuroy (Mynd: Sverri Egholm)

Sum yngri spældi hann á høgum støði í Svøríki og í Danmark - í 2017 kom Ken Fagerberg til 07 Vestur, og var hann virkin í Vágum og í Suðuroy (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-24 12:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ken Fagerberg er farin bert 37 ára gamal.

Hetta vátta foreldur hansara fyri Göteborg-Posten í dag. Ken Fagerberg er føddur og uppvaksin í júst Göteborg. 

Andlátið fyllir nógv í serliga svenskum og donskum miðlum í løtuni. Ken Fagerberg var evnaríkur fótbóltsspælari, sum danska FC Midtjylland í 2008 keypti frá Örgryte fyri 15 milliónir krónur.

Fótbóltsleiðin var merkt av persónligum trupulleikum, sum áleyparin var opin um.

Seinastu tíggju árini av lívi sínum búði Ken Fagerberg í Føroyum. Hann spældi fyrst í tvey og eitt hálvt ár í 07 Vestur, har Ken Fagerberg seinni var ungdómsvenjari.

Tað var sviin eisini í Suðuroynni, har hann eisini spældi nakað fyri TB og Royn. Samanlagt er hann skrásettur fyri 68 dystir í bestu føroysku deildini og 34 dystir í lægru deildunum, sambært FaroeSoccer.

Seinastu tíðina av lívinum helt Ken Fagerberg í stóan mun til í Havn, har hann varð funnin deyður mánamorgunin. Deyðsorsøkin er ókend enn.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder