Hondbóltur

- Evropeiski dreymurin skal ikki ganga útyvir dagliga virksemi í Hoyvík

Tað snýr seg framvegis um at hava eitt gott tilboð til tey ungu, staðfestir H71-forkvinnan. - Vit fara ikki á heysin av at spæla í European Cup, men vit skulu gera onkur nýggj átøk sum muna fíggjarliga, nú menninir aftur hava spælt seg víðari, sigur Anna Dam við FM1..

Jónas Fossabrúgv er ein av blaðungu spælarunum, sum er komin gjøgnum menningarmaskinuna í Hoyvík - hann spældi so at siga allan 2. hálvleik í álopinum í avgerandi dystinum. Tað er ikki greitt enn, nær og hvar H71 spælir í 1/8-finalunum (Mynd: Sverri Egholm)

Jónas Fossabrúgv er ein av blaðungu spælarunum, sum er komin gjøgnum menningarmaskinuna í Hoyvík - hann spældi so at siga allan 2. hálvleik í álopinum í avgerandi dystinum. Tað er ikki greitt enn, nær og hvar H71 spælir í 1/8-finalunum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-25 18:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað var ógvuliga stuttligt. Bæði at síggja hvussu væl okkara spældu og stóðu saman, yngri sum eldri, og hvussu teir á og kring professionella liðið úr Póllandi gramdu seg um skaddar spælarar. Trúgvi ikki teir høvdu vænta so mikið sterka mótstøðu, tá teir søgdu ja til at spæla tveir dystir í Hoyvík.

Soleiðis tók Anna Dam samanum flotta evropeiska vikuskifti hjá H71, tá besta manslið felagsins sendi nummar fýra í bestu pólsku deildini, har allir spælarar eru yrkisspælarar, út.

Video: Hæddarpunktini frá evropeiska gysaranum í Hoyvík

Sí eisini :H71 í European Cup-áttandapartsfinaluni eftir gysara

Vit tosaðu við Annu Dam í í hondbóltssendingini 7 móti 6, sum er á FM1 hvønn týsdag eftir tíðindini klokkan 17.

Her komu vit millum annað á fíggjarligu avleiðingarnar, sum tað er at spæla í European Cup: Í útgangsstøðinum er tað ikki nakar vinningur, eins og í fóbólti men ein útreiðsla tí peningurin frá evropeisku hondbóltssamgonguni er so lítil til liðini í triðsterkastu evropeisku kappingini. Og almennur stuðul ella stuðul frá ÍSF/HSF er ikki til slíkt; sjálvt um Anna Dam kundi ynskt tað.

Forkvinnan í vælrikna felagnum sló fast, at tað er týðandi, at slíkir dystir, so stuttligir og mennandi sum teir kunnu vera, ikki skulu ganga útyvir dagliga virksemið: Yvir "tilboðið til børn og ung at venja og spæla hondbólt í Hoyvík"

[object Object]

Myndir: Evropeiska stríðið og fagnaðurin í Hoyvíkshøllini

Video: - Hesir ungu spælararnir eru bara ótrúliga dugnaligir - hetta er feitt

Anna Dam upplýsti ikki, hvussu nógv eitt slíkt umfar kostar H71, men sambært okkurt upplýsingum kann tað lættliga verða ein sekssiffrað upphædd.

- Vit hava góðar stuðlar, átøk sum serliga eru til evropeisku dystirnar og fólk sum vilja hetta. Men til næsta umfør skulu vit eisini finna uppá nýggj átøk fyri at fáa tað at fíggjarliga hanga saman.

- Tað kann vera at vit fara at spæla báðar dystirnar á útivølli í næsta umfarið, sum verður í februar. Men tað snýr seg um samráðingarnar eftir lutakastið, har tað skal ganga skjótt. Vit hava eisini spælarar og fólk annars, sum ynskja at spæla í Hoyvík. So vit fáa at síggja.

Hoyr alla sendingina her:
7 móti 6: Evropeiskur dámur og EM-dámur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder