- Eg fekk eina harða takkling í seinasta Superliga-dystinum fyri AC Horsens undan summarsteðginum. Fóturin gjørdist tvífalt so stórur, so hovin hann var, og tað var ógvuliga ivasamt, um eg eingongd fekk spælt móti Grikkalandi. Men tað ætlaði eg, og eg fór til Pero Sore. Eg fortaldi ikki foreldrunum tað...men fekk eina sproytu sum hjálpti. Hendan doyvdi fótin og fótliðið, so eg ikki merkti nakað serligt har undir dystinum. Men tað gekk tíbetur væl.
Í ársins seinasta Fótbóltsskýlið greiddi Hallur Hansson frá hendingaríku yrkisleið hansara, og sjálvandi tosaðu maðurin við 76 A-landsdystum og Trygvi Absalonsen nógv um ein serstakan landsdyst: 2-1 sigurin á Grikkalandi á Tórsvølli 14. juni 2015.
Hóast Hallur Hansson ikki merkti nógv í fótinum tann dagin, so minnist hartarbeiðani miðvallarin, hvussu tað kendist, eftir at hann sjálvur setti bóltin í netið til 1-0 eftir stóran hálva tíman.
- Tá tú minnist aftur á hending, og veruliga minnist hvussu tað kendist í kroppinum; tá hevur tað verið stórt. Og tað var tað. Tað man vera, um ikki tað størsta, so millum tey allarstørstu tingini eg havi roynt sum fótbóltsspælari.
- Tað var ein einstakur dystur í landsliðsvindeyganum, tað var fullsettur Tórsvøllur, og vit høvdu sjálvsálit.
![]()
Løtan tá Hallur Hansson legði Føroyar á odda móti Grikkalandi
Fyrrverandi landsliðsliðformaðurin minnist aftur á, at hóast Føroyar høvdu vunnið í Grikkalandi hálvt ár frammanundan, so ivaðist fleiri í einari endurtøku. Ella - í øllum førum prikaðu eitt sindur við at ein slík var neyðug.
- Man trúði uppá tað aftur, men eg minnist, hvussu nógv tosaðu um, at "tað verður ikki ordiliga stórt ella líka flott o.s.fr, um man ikki ger tað tvær ferðir." Tá hugsaðu vit, at vit nokk skuldu vísa okkum væl fram aftur - tað motiveraði á onkran hátt.
Hallur og hinir syrgdu fyri einum av mest minniligu landsliðsdøgunum yvirhøvur. Nú givini miðvallarin legði Føroyar á odda eftir upplegg frá Sølva Vatnhamar, og í 2. hálvleiki fann leirvíkingurin ein annan dugnaligan føroyskan miðvallara, Brand Hendriksson Olsen. Upp í málhornið, 2-0, og Grikkaland svaraði bert aftur einaferð. Alt tyktiskt at ganga upp í eina hægri eind hendan dagin í dýrdarveðrinum.
- Man merkti veruliga, at nógv meira bar til hasa tíðina, og hvussu fólkið savnaðist kring landsliðið. Sum heild vóru nógv av hasum árunum undir Lars Olsen bara stuttlig og gevandi, sum eisini hevði nógv rós til verandi landslið við toymi.
Hoyr alla samrøðuna við Hall Hansson, og nógv fleiri søgur, her:
Fótbóltsskýlið: - Ein hørð men spennandi tíð
Sí eisini: Bert fimm hava spælt fleiri dystir á manslandsliðnum enn Hallur Hansson
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald