Hondbóltur

Skulu royna seg móti heimsins besta liði á heimavølli teirra

Føroyar spæla EM-fyrireikingardyst í Trondheim klokkan 17.15 føroyska tíð. Uppgerðin við krútsterku norsku kvinnurnar sæst á danska TV2 Sport og TV2 Play umframt á norska TV2.

Føroyski EM-hópurin fór til Trondheim í gjár. Tað var tó uttan Mariu Pálsdóttir Nólsoy, sum av persónligum ávum ikki spælir fyrra Golden League-dystin (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyski EM-hópurin fór til Trondheim í gjár. Tað var tó uttan Mariu Pálsdóttir Nólsoy, sum av persónligum ávum ikki spælir fyrra Golden League-dystin (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-26 07:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nøkur lið eru komin ímillum og hava vunnið summi endaspæl, men hesa øldina - og serliga síðani 2008 - hevur Noreg verið nógv tað besta kvinnulandsliðið í heiminum.

Føroysku kvinnurnar fara í næstu viku til endaspælið tiðja veturin á rað á rað . Noreg hevur vunnið trý tey seinastu endaspølini, sum hava verið og er harvið verandi OL-, HM- og EM-vinnari.

Júst EM hevur Noreg vunnið tríggjar ferðir á rað, fimm ferðir av teimum seinastu seks møguligu, níggju ferðir av teimum seinastu ellivu og samanlagt tíggju ferðir.

Tað er harvið eitt satt hondbóltsstórveldi, sum Føroyar renna seg í, tá fyrri Golden League-dysturin verður spældur. Og tað er í Noreg.

Man kann spyrja: Hví skulu Føroya spæla ímóti slíkum liði og serliga so stutt áðrenn eitt endaspæl.

- Vit vilja altíð gjarna vera í Føroyum og spæla venjingardystir her beint áðrenn eitt endaspæl. Har vóru eisini ting sum so uppá pláss, men so kom okkurt avboð, og stutt seinni fingu vit hendan møguleikan. Og tá man fær ein slíkan góðan møguleika sum at vera við í Golden League, har lið sum Noreg, Danmark og Niðurlond bíða, so vilja vit gjarna taka av. Tað bíðar jú til dømis ein ógvuliga harðir dystir móti Fraklandi í EM-endaspælinum.

Soleiðis greiddi Andrass Thomsen frá, tá stjórin í Hondbóltssambandi Føroya var síðsti gestur í hondbóltssendingini 7 móti 6 týsdagin.

Hoyr eisini: Jana Mittún; Um føðingardagin, vónirnar um meira enn tríggjar EM-dystir, um fyrireikingardystirnar og OL

Hóast føroyska liðið hevur ment seg nógv seinastu árini, so verður ringt at sleppa úr høllini í Stjørdal, sum liggur beint uttanfyri Trondheim, við øðrum enn einum greiðum/stórum tapi. Slíkt kann seta seg og gera nakað við sjálvsáliti, men fyri føroyska EM-liðið snýr tað seg um at gera samansetingarnar uppaftur sterkari og síggja, hvat skal til.

Tað er eisini ein smeitur fyri føroyska spælið, at Maria Pálsdóttir Nólsoy ikki spælir við í dag. Glóðheiti spælskiparin hjá København Håndbold var av persónligum ávum ikki við á ferðini til Noregs í gjár. Maria Nólsoy verður tó eftir ætlan við til seinna Golden League-dystin, sum verður móti Danmark leygardagin (klokkan 13).

Dysturin millum Føroyar og Noreg í dag byrjar klokkan 17.15 føroyska tíð. Hann sæst á danska TV2 Sport og TV2 Play, umframt á norska TV2/TV2 Play. Vit hava meira um EM-fyrireikingardystin í kvøld

Myndir og støðumeting: Fyrsta føroyska venjingin í inntensu fyrireikingunum

----------------------------------------

Skráin hjá EM-hópinum næstu tíðina:

Í dag, hósdagin 26. november, Trondheim
17.15: Noreg - Føroyar (Golden League, venjingardystur)

Í morgin, leygardagin 27. november
Venjing og annað í Noreg

Leygardagin 28. november, Trondheim
13.00: Danmark - Føroyar (Golden League, venjingardystur)

(Dystirnir síggjast á danska TV2 ella TV2 Play)


Sunnudagin 29. november
Ferðing til Føroyar

Mánadagin 30. november - mikudagin 2. desember, Føroyar
Venjingar og fyrireikingar


Hósdagin 3. desember
Fráferð til Pólland (Beinleiðis fráferð til Katowice)

Leygardagin 5. desember, Katowice
19.30 Føroyar – Ukraina (Fyrsti EM-bólkaspælsdystur)

Føroyar spæla síðani mánadagin 7. desember móti Fraklandi og mikudagin 9. desember móti Ukraina. Tvey tey fremstu liðini í bólkinum koma víðari til miðumfarið.

FM1 og Portalurin vera við í Póllandi og fara at gera nógv burturúr. Millum annað við myndum, videosamrøðum og dagligum sendingum (klokkan 10 hvønn dag)

EM-hópurin: 

Málverjar:
Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold (DEN)
Annika Fríðheim Petersen, Gniezno (POL)

Bakkar:
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, København Håndbold (DEN) - ikki við í dagsins dysti
Marita Mortensen, Nykøbing Falster Håndboldklub (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, BK Ydun (DEN)
Ró Reginsdóttir, Neistin
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)

Vengur:
Brynhild Pálsdóttir, BK Ydun (DEN)
Joan Rúnadóttir Johannesen, KA Akureyri (ISL)
Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (DEN)
Christina Turiðardóttir Arge, Hadsten Håndbold (DEN)

Strikur:
Pernille Brandenborg, CSM Bucharest (ROU)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Agatha Kjærbæk Djurhuus, KA Akureyri (ISL)

EM-hópurin: - Hava valt ta samansetingina sum gevur besta samansetta spælið


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder