Hondbóltur

Champions League: Óli Mittún skal royna seg móti Barcelona í kvøld

Dysturin klokkan 19.45 sæst á TV3 og á Viaplay. Samstundis spæla Hákun West av Teigum og Füchse Berlin lykladyst móti Melsungen - hesin sæst eisini á Viaplay.

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2026-11-26 13:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan er um 2. av átta umførunum í Champions League-miðumfarinum.

Støðurnar síggjast her

GOG hevur tí á pappírinum truplastu uppgávuna, sum er: Á útivølli móti Champions League-vinnarunum. Danska liðið hevur einki stig við víðari í kappingini.

Óli Mittún skal veruliga royna at vísa seg fram móti Barcelona. Dysturin byrjar klokkan 19.45 og sæst á TV3-rásini og Viaplay.

Füchse Berlin - Melsungen spæla eisini 19.45. Týsku silvurvinnararnir í kappingini í fjør eru einsamallir aftast í sínum miðumfarsbólki. Harvið eru Hákun West av Teigum og teir kroystir at vinna á heimavølli í kvøld.

Dysturin sæst á Viaplay


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder