Hondbóltur

Lutakastið til European Cup-áttandapartsfinalurnar verður 6. desember

Tann sunnudagin fyrrapartin verður greitt, hvørjum H71-menninir skulu spæla ímóti í næstu evropeisku uppgerðini. Hendan verður í februar - um ta mundið steypafinalan er.

Hoyvíkingar kundu fegnast sunnudagin, hóast eitt-máls tap á degnum. Um tíggju dagar fáa teir at vita, hvør mótsstøða bíðar í februar (Mynd: Sverri Egholm)

Hoyvíkingar kundu fegnast sunnudagin, hóast eitt-máls tap á degnum. Um tíggju dagar fáa teir at vita, hvør mótsstøða bíðar í februar (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-26 14:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðsta vikuskifti spældu H71-menninir seg víðari úr 3. umfari í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin, við samanløgdum 62-61 sigri á pólska Ostrovia.

Video: Hæddarpunktini frá evropeiska gysaranum í Hoyvík

Yrkisspælararnir á einum av hægst styrkismettu liðunum í kappingini eru feldir. Nú verður bíðað eftir at vita, hvørjum H71 skal spæla ímóti í 4. umfari av kappingini, sum er áttandapartsfinalurnar.

Nú er í øllum førum greitt, at lutakastið til umfarið verður sunnudagin 6. desember klokkan 10.

Hetta hevur H71 fingið upplýst frá evropeisku hondbóltssamgonguni í dag. Upprunaliga skuldi lutakastið vera 1. desember - nærum beint eftir dystirnar sum eru eftir í 3. umfari. Men tað er nú útsett.

Dystirnir í áttandapartsfinaluni verða spældir 13. - 21. februar. Mest sannlíkt verður tað ein dystur á heimavølli og ein á útivølli.

Sí eisini: - Evropeiski dreymurin skal ikki ganga útyvir dagliga virksemi í Hoyvík

Um H71 kemur í steypafinaluna, sum væntað verður, so fer tað mest sannlíkt at ganga útyvir hendan dystin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder