Hetta vikuskifti hava føroysku U17-kvinnurnar týðandi dystir á skránni á heimavølli. Nakað sum ikki er so vanligt fyri føroysk landslið.
Tað varð víst á í Hondbóltssendingini á Alduni í gjár. Har greiddi ítróttarstjórin í Hondbóltssambandinum og høvuðsvenjarin hjá U17-landsliðnum frá, at man hugsavnar seg um serliga avrikini hetta vikuskifti við Tjarnir, har EM-undankappingarbólkurin við Føroyum, Íslandi, Ísrael og Turkalandi er staðsettur.
Føroyar skulu skulu spæla uttan skaddu Sigrið Hansdóttir, sum annars er tann í árganginum, sum fyrst er komin framat í fremstu røð. Hetta kann gerast ein smeitur, men so skulu uppgávurnar loysast av øðrum spælarum, og kanska skulu tær loysast heldur øðrvísi, sigur Mark Lausen-Marcher. Á føroyska liðnum eru seks spælarar, sum í løtuni eru á eftirskúla í Danmark.
Mark Lausen-Marcher vísti í samrøðu við Ásbjørn Nielsson Nattestad millum annað á, at føroyingar kenna Ísland, á pappírinum sterkasta mótstøðuliðið í kappingini, ógvuliga væl. Hinvegin er kvøldsins mótstøðulið Ísrael ein ókendur faktorur, meðan Turkaland spælir eitt øðrvísi slag av hondbólti enn tann norðurlendska.
Tveir dystir í kvøld - til ber at hyggja á Portal Play
Føroyar - Ísrael klokkan 19 verður fyrsti dysturin við Tjarnir hetta vikuskifti. Tað skuldi tað annars ikki vera, men vegna flogviðurskiftini hósdagin komu umboðini úr Íslandi og Turkalandi seint til landið, og er dysturin millum hesi liðini fluttur til klokkan 21.15.
Tveir dystir eru í kvøld, tveir í morgin og tveir sunnudagin. Ella í roynd og veru tríggir leygardagin og sunnudagin, tí U19-landsliðið spælir eisini tveir venjingardystir við Tjarnir hetta vikuskifti.
Til ber at síggja dystirnar á Portal Play - hetta við hondbóltshaldinum ella við at gjalda 49 krónur fyri einstakar dystir. Tað burdi verið líkamikið, hvar í heiminum man er.
Leikskráin til kappingina sær soleiðis út:
Fríggjadagin 27. november
kl. 19.00 Føroyar – Ísrael
kl. 21.15 Ísland – Turkaland - fluttir vegna flogferðslu
Leygardagin 28. november
kl. 14.30 Turkaland – Ísrael
kl. 17.00 Ísland – Føroyar
kl. 19.30 Føroyar – Stóra Bretland (U19 venjingardystur)
Sunnudagin 29. november
kl. 14.30 Ísrael – Ísland
kl. 17.00 Føroyar – Turkaland
kl. 19.30 Føroyar – Stóra Bretland (U19 venjingardystur)
Allir dystirnir síggjast á Portal Play
-----------------------------------------------------------------------
Føroyski hópurin:
Málverjar:
Rósa Herup Egilstoft, VÍF
Sofía Sigurstein, Kyndil
Útileikarar:
Hervør Hansen, Oure IE (DK)
Súnfríða Zachariasen, KIES (DK)
Gyða Beata Djónadóttir, Oure IE (DK)
Hanna Thomsen, Oure IE (DK)
Nana Yaa Deku, H71
Olivia Kristiansen, H71
Fía Nolsøe, Oure IE (DK)
Andrea Heinadóttir, VÍF
Poulina á Heygum, H71
Rannvá Heinadóttir, H71
Aibritt á Plógv, Oure IE (DK)
Karin Signhildardóttir, VÍF
Lea Traber Olsen, H71
Jóna Sólgerðardóttir, VÍF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald