Føroysku U19-kvinnurnar spæla í hesum døgum B-undankapping á heimavølli.
Fyrsti dysturin endaði 2-2 móti Litava, har FC Nordsjælland-spælararnir hjá Føroyum, Kára Sigurðsson og Sara Benjaminsen, skoraðu. Útjavnandi málið hjá síðstnevndu kom í yvirtíðini.
Nú klokkan 15 spæla Føroyar móti á pappírinum veikasta liðnum í kappingini, og har skulu stig til høldar.
Til ber at síggja dystin móti Andorra á leinkjuni ovast
Dystarskráin
1. umfar, týsdagin 24. november:
Ukraina – Andorra 2-0
Litava – Føroyar 2-2
Sí eisini: Sara bjargaði Føroyum stig í evstu løtu
2. umfar, fríggjadagin 27. november
Ukraina – Litava (11:00 / Tórsvøllur)
Føroyar – Andorra (15:00 / Tórsvøllur)
3. umfar, mánadagin 30. november
Føroyar – Ukraina (15:00 / Tórsvøllur)
Andorra – Litava (15:00 / Svangaskarð)
Bólkavinnarin flytur upp í A-undankappingina, sum verður í mars
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald