Annað

Kessler dugir enn

Hóast tað eru meira enn 13 ár síðan hann hevur boksað, vann Mikkel Kessler greitt móti væl yngri amerikanska mótstøðumanninum í kvøld.

(Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

2026-11-28 23:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mikkel Kessler var aftur í ringinum í Brøndby høllini í kvøld, og hann gjørdi sær als ikki fyri skommum.

47 ára gamli danski professionelli boksarin hevur ikki boksað í hálvt fjúrtanda ár. Hann boksaði í kvøld ímóti 36 ára gamla Bernard Joseph úr Boston, USA, sum ikki hevði tað villa at bjóða uppá.

[object Object]Brøndby Hallen var karmur um tað, sum longu frammanundan dystinum var sagt at vera comeback hjá Mikkel Kessler (Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix)

Kessler royndi fleiri ferðir at gera eitt rothøgg, men tað eydnaðist ikki. Hinvegin vann hann øll átta umførini uppá stig. Allir tríggir dómararnir góvu Mikkel Kessler 80 stig og Bernard Joseph 72 stig.

[object Object](Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

Tíggju stig verða givin fyri at vinna eitt umfar, og taparin fær í útgangsstøðinum níggju stig.

Hesin dysturin var tann 50. í yrkisleiðini hjá Mikkel Kessler, sum nú aftur er í ringinum.

[object Object]Familjan fylgdi við frá fremstu røð (Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder