Føroyar verða við, tá U17 EM-endaspæl hjá gentum skal spælast í Montenegro næsta summar. Hetta er greitt eftir stórsigurin hjá Føroyum móti Turkalandi við Tjarnir.
Talan var um eina finalu um 2. plássið. Ísland hevði tryggjað sær 1. plássið við sigrum á júst Føroyum og Turkalandi, sum bæði hava vunnið á Ísrael í vikuskiftinum.
Føroyar byrjaðu ógvuliga, og serliga var verjan stinn. Turkaland skoraði ikki fyrr enn seks minuttir vóru spældir, og samstundis vóru flott føroysk mál frá millum annað Poulinu á Heygum.
Turkar fingu gongd á, og eina góða løtu leikaði javnt á. Føroyar fóru tó nakað frá aftur fyri steðgin, og støðan var 13-10, tá liðini fóru inn í skiftingarrúmini.
Har munnu Mark Lausen-Marcher, Jórun Ludvig og liðið hava hugt uppá verjuspælið. Tað kom okkurt burtur úr, tí hóast hetta hevð iverið gott í 1. hálvleiki og í gjár móti Íslandi, so bar av nú:
Turkland skoraði ikki aftur fyrrenn í 44...tað gingu 14 minuttir av 2. hálvleiki, áðrenn tað eydnaðist at fáa bóltin framvið Sofíu Sigurstein. Málvejrin var komin inn fyri Rósu Herup Egilstoft, sum sanniliga eisini gjørdi sítt. Nú stongdi Sofía málið; við hjálp frá góðari eind frammanfyri seg. Verjan var krútsterk, fangaði nakrar bóltar og gjørdi spælið hjá Turkalandi tungt.
Samstundis var rímiliga tætt millum málini hjá Føroyum. Bakspælararnir vístu styrki í skjóta spælinum og 1 móti 1, og nú var man tryggari av strikuni og vongplássunum.
Tað kostaði ikki at vælspælandi Gyðja Djónadóttir og Nana Deku fingu reytt kort - báðar eftir sína triðju útvísing. Føroyar vóru farnar so langt avstað. Tað var 21-11 eftir 45 minuttir, og tað endaði 29-21 við Tjarnir.
![]()
Skíggjamynd: Portal Play
Hanna Thomsen og Poulina á Heygum skoraðu báðar sjey mál og høvdu aðrar góðar atgerðir. Súnfríða Fonsdal Zachariasen spældi eisini væl í báðum pørtum av vøllinum og skeyt fimm mál.
Sí allar málskjúttar og fleiri tøl her
Føroysku spælararnir, sum eru føddar í 2009 og 2010, hava nú vunnið sær rættin at umboða Føroyar undir EM-endaspælinum í Montenegro í 2027.
Meira frá dystinum við Tjarnir seinni
Undankapping til EM 2027 hjá kvinnum
Við Tjarnir sunnudagin 29. november
Føroyar - Turkaland 29-21 (13-10)
Dystargongdin:
5 min: 2-0
10 min: 6-3
15 min: 7-5
20 min: 8-7
25 min: 11-9
30 min: 13-10
35 min: 16-10
40 min: 19-10
45 min: 21-11
50 min: 25-15
55 min: 27-18
60 min: 29-21
Endaliga støðan í bólkinum eftir øll trý umførini
1. Ísland 6 stig
2. Føroyar 4 stig
-----------------------
3. Turkaland 2 stig
4. Ísrael 0 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald