Fótbóltur

B36 heitir á viðhaldsfólk um ikki at bíleggja ferð enn

Møguliga verður býtt um uppá dystirnar hjá B36 móti Crusaders.

Besiktas og Ryan Babel vitjaðu í Gundadali í fjør í øðrum umfari í Europa League (Mynd: Sverri Egholm)

Besiktas og Ryan Babel vitjaðu í Gundadali í fjør í øðrum umfari í Europa League (Mynd: Sverri Egholm)

2019-06-19 12:25 Author image
Ari av Rana
placeholder

Lutakast var í Europa League í gjár, har B36 var í pottinum. B36 trekti Crusaders F.C. úr Norðurírlandi.

Sambært lutakastinum verður fyrsti dysturin spældur í norðurírska høvuðsstaðnum Belfast. Men í dag heitir B36 á viðhaldsfólk síni um at bíða við at bíleggja ferð og uppihald.

B36 skrivar á Facebook, at møguliga býtir UEFA um uppá heima- og útidyst. Tí kann henda at fyrri dysturin verður spældur í Gundadali. Tí verða viðhaldsfólk biðin um at bíða inntil endaliga dagfestingin er staðfest.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder