placeholder
Fótbóltur

B36 kann møta Wolves

Um steypavinnararnir basa Crusaders í fyrsta umfari, bíðar mótstøðulið úr Premier League í 2. umfari. KÍ og NSÍ hava longri veg enn B36 og fingu ørvísi lutakast.

Benjamin Heinesen og B36 kunnu koma upp ímóti einum øðrum liði í appelsinlittum í Europa League (Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

Benjamin Heinesen og B36 kunnu koma upp ímóti einum øðrum liði í appelsinlittum í Europa League (Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

2019-06-19 13:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í dag fekk HB at vita hvørji møguligu mótstøðuliðini hjá felagnum eru í Champions League og í Europa League. 

Les meira: 
Áhugaverd mótstøða bíðar HB 

Fyri lítlari løtu síðani var restina av lutakastinum til 2. umfar í Europa League. HB kemur inn her, um liðið verður sligið út av HJK Helsinki í Champions League. B36 skal spæla í 2. umfari, um steypavinnararnir sláá Crusaders úr Norðurírlandi út úr 1. umfari Hetta er ikki órealistiskt, og tað gjørdist greitt fyri løtu síðani, at B36 fær spennandi mótstøðulið, um ártalsfelagið kemur í 2. umfar.

[object Object]
(B36 og HB koma møguliga bæði at spæla í 2. umfari í Europa League - Mynd: Sverri Egholm) 

Talan er um Wolves úr Premier League. Liðið endaði sum uppflytari á 7. plássi farna kappingarár, og hetta gevur atgongd til 2. umfar í Europa League. Søguríka felagið hevur seinastu árini verið í næstbestu deildini, men nú er nógv spýtt í felagið, ið er stórfavorittur ímóti Crusaders/B36, í endanum av juli. Í fjør kom B36 til 2. umfar og spældi ímóti turkiska stórfelagnum Besiktas.

[object Object]
(Toppskjuúttin hjá Wolves, Raul Jimenez, er ímóti ársins leikara í Premier League á seinasta lekdegi, har Wolves vitjaði á Anfield - Mynd: EPA)

Um KÍ og NSÍ skulu koma í 2. umfar, so skulu liðini koma víðari tvær ferðir. KÍ er favorittur ímóti Tre Fiori úr San Marino, men so verður Riteriai úr Litava ein størri biti. NSÍ hevur truplari veg: Ballymena úr Norður Írlandi var sterkasta óseedaða liðið í undanumfarinum, og um teir verða koppaðir, so er uppgávan eitt av sterkastu liðunum í 1. umfari: Malmö. 

Harvið er tað ósannlíkt, at hesi bæði liðini, serliga NSÍ, koma í 2. umfar. Um so er, skal KÍ til Sveis at spæla ímóti Luzern, ið ongantíð er komið víðari í evropeiskari kapping - Kí kundi fáa uppgávur sum Roma og Rangers. NSÍ skal helst spæla ímóti Domzale úr Slovenia, ið er nakað sterkari á pappírinum, men sum er óseedað; NSÍ er seedað í hesum førum, tí Malmö er so sterkt mótstøðulið.

Eurupa League 2. umfar:

Wolverhampton - Crusaders/B36 Thorshavn

NK Domzale/Balzan FC - Malmö FF/Ballymena United/NSÍ Runavík

Luzern - Riteriai/Tre Fiori/KÍ Klaksvík

HJK Helsinki (FIN)/HB Tórshavn (FRO) v Linfield (NIR)/Rosenborg (NOR)

Dystirnir verða leiktir 25. august og 1. juli


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder