Fótbóltur

Bogi venur við Víkingi

Bogi Reinert-Hansen hevur ikki spælt í ár, men nú skilst at hann venur við Víkingi.

Mynd: If.fo

Mynd: If.fo

2019-06-26 10:01 Author image
Ari av Rana
placeholder

Víkingur hevur staðið seg væl í Betri-deildini í ár, og liggur á einum deildum fyrsta plássið saman við NSÍ og KÍ. Men okkurt týðir á at eitt deilt fyrsta pláss ikki er gott nokk fyri felagsliðið, og tí verður hugt eftir styrki til hópin.

Bolt.fo skrivar at ein maður, sum møguliga fer at styrkja hópin, er Bogi Reinert-Petersen. Bogi, sum hevur spælt 96 dystir í bestu deildini, teir allar flestu fyri ÍF. Bogi hevur ikki spælt fótbólt í ár, men nú týðir alt á at hann fer at spæla við Víkingi. Sambært bolt.fo er ætlanin at hann verður partur av Víkingi restina av árinum, men enn er einki váttað.

Hagtøl: Faroesoccer.com

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder