Oyggjaleikir 2019

Ítróttarøki í hálvum gekki

Gibraltar: Summar av ítróttagreinunum eru merktar av, at økið, sum kappast skal á, ikki er meira enn hálvliðugt, nú dagin fyri at Oyggjaleikirnir verða settir.

2019-07-05 18:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Vónandi verða teir lidnir áðrenn kappingarnar byrja.

Soleiðis segði ein av leiðarunum á stóra liðnum í frælsum ítrótti frá Isle of Man, tá tey tíðliga seinnaprtin skoðaðu umstøðurnar á Lathbury Sport Complex, har kappast skal í frælsum ítrótti á oyggjaleikunum.

Støðan er tann, at á Gibraltar hava tey bygt eitt nýtt stadion til frælsan ítrótt og eitt svimjistadion í einum øki, sum fyrr hevur hýst eini hernaðarstøð, úti móti suðuroddinum á Gibraltar hálvoynni.

Í dag vóru teir ikki lidnir. Geilirnar á rennibreytini eru júst málaðar, og í dag arbeiddu teir við at fáa tað seinasta upp á pláss fyri at gera stadion liðugt til kappingarnar byrja av álvara sunnudagin.

Mótsetningar møtast
Skamt frá rennibreytini er stásiliga nýggja svimjihøllin. Svimjararnir frá Isle of Man eru slopnir at royna seg í vatninum í teirra reyðu svimjidraktum og –buksum.

Tað sær gott út. Hylurin er 50 metrar, hóast tað bert verður stomið 25 metrar á oyggjaleikum – umstøðurnar til svimjing síggja út til at vera av teimum bestu. Trupulleikin er bara, at takið ikki er komið á enn. Bara 20 metrar frá svimjarunum, hinumegin hálvlidna endaveggin, koyra gravimaskinurnar og royna at planera økið sum frægast.

Mótsetningar møtast her.

Góðar umstøður hjá skjótarunum
Tætt við svimjihøllina ber til at ganga yvir á eggina yvir til ein gamalt borgvirki, sum síggjast so nógva staðni á hálvoynni. Og 200 metrar undir okkum síggjast leirdúgvuskjúttarnir venja á spildur nýggja skjótibreytini, sum er bygd á eggini longri niðri. Skotið verður beint út til havs.

Henda breytin er tó heilt liðug. Tað sær út til at skjúttarnir hava framúr góðar umstøður. ”Fantastiskar umstøður” skriva teir sjálvir á einum uppslagi á Facebook.

Hetta er dagurin áðrenn fyrsta dagin. Dagurin í dag varð brúktur til at uppliva nakað av tí, sum dregur ferðafólk í túsundavís til Gibraltar hvønn einasta dag, so sum apurnar á ’The Rock’ og annars fjallið, sum er so eyðsýnt fyri landið.

Dramatisk súkkluruta
Tað er her niðan, at súkklararnir skulu súkkla í tíðarkoyringini týsdagin. Vit kundu í dag bara staðfesta, at brekkurnar niðan eru øgiligar. Í støðun nógv brattari enn yvirhøvur verður hildið vera forsvarligt í Føroyum.

Seinasta strekkið skal koyrast eftir evarska smølum rásum fram við fjallasíðun eini náttúrupark. Her hongur vøkstur út yvir breytirnar, og súkklararnir kunnu – um illa veit við – risikera, at ein apa stendur á vegnum.

Hetta tykist als ikki vera serliga vælegnaðar umstøður til tíðarkoyring á súkklu, har tað meira skal snúgva seg um at koma so skjótt sum gjørligt á mál, heldur ann at ansa eftir óvæntaðum forðingum á vegnum. Henda kappingin verður dramatisk, tað tora vit at lova. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder