Oyggjaleikir 2019

Stórt fyri meg at sleppa at umboða Føroyar fyri fyrstu ferð

Hávard Vatnhamar er millum tey bestu í heiminum í síni ítróttagrein, men hevur ikki umboðað føðilandið fyrr.

2019-07-06 21:15 Author image
Ingi Samuelsen

Fyri paratriatletin Hávard Vatnhamar, var tað serliga stórt gera seg til reiðar til stóra innmarchin á Europa Sport Complex.

Hávard Vatnhamar er úrvalsítróttarmaður, og er millum tey bestu í síni ítróttagrein, sum er triatlon – ítróttin har tey fyrst svimja í sjógvi, síðan súkkla og at enda renna.

Men Hávard er paratriatletur, tí hann hevur mist annan armin. Kortini er hann við á oyggjaleikunum hesaferð. Hann roknar ikki við at vera millum tey bestu – til tað er brek hansara ein ov stór forðing, men hann ætlar sær heldur ikki at vera seinast.

Men týdningarmest av øllum fyri leirvíkingin, sum býr í Danmark, er at hann endiliga sleppur at umboða Føroyar í eini ítróttakapping, tí tá hann annars luttekur í kappingum kring heimin, er tað sum partur av danska landsliðnum.

Triathlon er fyrsta kappingin á oyggjaleikunum, sum byrja í morgin. Longu klokkan 8 lokala tíð – 7 í Føroyum – leypa Hávard Vatnhamar og hinir føroysku mannligu triatletarnir, Gunnar Dahl-Olsen, Jákup Petur Eliassen, Andrass Joensen, Magni J. Hansen, á sjógv, har teir skulu svimja 1500 metrar – tvær ferðir runt á einum 750 metra strekki. Síðan skulu teir súkkla 40 kilometrar aftur og fram við eysturstrondini á Gibraltar. Talan er um ein rættiliga umskiftiligan veg, sum summastaðni er breiður, aðrastaðni heilt smalur og eitt fitt strekki gongur hann gjøgnum eitt berghol, tí forberg er út á sjógv her.

Bert ein føroysk kvinna luttekur í triathlon í ár. Tað er Súsanna Skylv Sørensen. Kvinnurnar leypa á bláman 40 minuttir eftir, at menninir eru farnir. 

placeholder