placeholder
Oyggjaleikir 2019

Fleiri av borðtennisleikarunum raktir av sjúku

Tó ikki so mikið, at teir gevast at spæla.

Fróði Fríðason Jensen og Hallur Thorsteinson (Mynd: Sverri Egholm)

Fróði Fríðason Jensen og Hallur Thorsteinson (Mynd: Sverri Egholm)

2019-07-10 13:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tríggir av føroysku borðtennisleikarunum hava fyrrapartin og í dag verið eitt sindur illa fyri.

Hallur Thorsteinsson og Fróði Fríðason Jensen hava fingið eitt lítið forkølilsi, og hetta kann hava ávirkað úrslitið í morgun. Báðir komu víðari, men á øðrum plássi. Tað merkir, at teir skulu møta eittaranum í einum øðrum bólki í næsta umfari.

Í skrivandi stund spæla Hallur og Fróði tvímansleik móti Jersey.

[object Object]Britt Michelsen (Mynd: Sverri Egholm)

Britt Michelsen var eisini illa fyri eina løtu, men eitt sindur av vesku, so var hon birg at spæla aftur.

- Tað er ein blanding av hita og umstøðunum. Airkondition og tílíkt, sigur Petur Niclasen, hjálparvenjari hjá føroyska borðtennisliðnum, um orsøkina.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder