Fótbóltur

Liverpool fjeppari sleppur ikki til dyst í trý ár

Maðurin skumpaði annan mann í eitt springvatn í Barcelona í samband við Champions League hálvfinaluna.

Anthony Mullen (Mynd: Liverpool Echo)

Anthony Mullen (Mynd: Liverpool Echo)

2019-07-11 15:44 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein Liverpool fjeppari hevur fingið forboð fyri at síggja dystir hjá Liverpool í trý ár, eftir at hann skumpaði ein mann í eitt springvatn í Barcelona.

57 ára gamli Anthony Mullen var í Barcelona í samband við at Liverpool spældi fyrra hálvfinaludystin móti Barcelona. Hendingin var tikin upp á sjónbandi.

Eitt annað sjónband er eisini av Mullen, har hann hálar buksurnar niður hjá einum vaktarmanni á Anfield í samband við ein Premier League dyst. Hetta var eisini við til at geva forboðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder