placeholder
Oyggjaleikir 2019

Dávur varð skumpaður 50 metrar fyri mál

Stórur dramatikkur í súkklukappingini í kvøld.

2019-07-11 19:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Úrslitið er líka mikið. Tað týdningarmesta er, at Dávur slapp heilskapaður frá hendingini.

Tað var stórur dramatikkur, tá súkklukappingin varð avgjørd í kvøld. Dávur Magnussen var við til at spurta um sigurin, men umleið 50 metrar fyri mál, fekk hann eitt lítið skump, og hann varð sendur – við høvdinum fyrst – inn í jarngirðingina.

Fyrstuhjálparar og læknar komu rennandi til fyri at hjálpa honum. Men Dávur kundi sjálvur ganga yvir til sjúkrabilin har hann varð kannaður fyri skursl og eitt dygt slag á vinstru øksl.

- Gott at hjálmurin helt, tí høvdið tók fyrst í girðingina, segði Dávur, tá hann kom úr sjúkrabilinum.

Menn hann iðraði seg eisini um mista bronsuheiðursmerkið.

- Tað var ikki mín skyld. Eg helt mína linju í svinginum beint áðrenn mál. Har kom ein maður frá Guernsey fyri meg, og eg reyk út í girðingina. Óluksáliga irriterandi.

Teir vóru einir 18 súkklarar saman, tá kappingin skuldi avgerðast. Dávur er stinnur springari, og helt seg framat úti í vinstru síðu. Í tí hann skuldi súkkla til vinstru framvið súkklaran frá Guernsey, datt Dávur.

- Eg hevði ikki klárað gull ella silvur, men eg eri vísur í, at eg hevði klárað bronsu, um hann ikki hevði súkklað inn fyri meg, segði Dávur.

Tað var annars Torkil Veyhe, sum størstu vónirnar vóru til. Torkil royndi eisini at sleppa avstað frá hinum nakrar ferðir í byrjanini av kappingini, men tað eydnaðist ongantíð.

- Tá tvey umfør vóru eftir tosaðu eg og Dávur saman og samdust um, at eg skuldi halda feltið saman, og so lata tað vera upp til Dáva at taka spurtin. Dávur er tann sterkasti spurtarin av øllum her, so hann kundi havt vunnið, metti Torkil Veyhe eftir kappingina.

Mihkel Räim av Saaremaa vann kappingina. Torkil Veyhe er skrásettur at koma inn á 14. plássi, Helgi W. Olsen á 18. plássi, Gunnar Dahl-Olsen á 29. plássi og Jákup Petur Eliassen á 33. plássi. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder