Fótbóltur

Váttað: Griezmann er nú Barcelona leikari

Franski heimsmeistarin skiftir til katalanska stórfelagið úr Atletico Madrid fyri 120 milliónir evrur.

Antoine Griezmann sigur nú farvæl við Madrid - hansara fótbóltsframtíð liggur í Barcelona (Mynd: EPA)

Antoine Griezmann sigur nú farvæl við Madrid - hansara fótbóltsframtíð liggur í Barcelona (Mynd: EPA)

2019-07-12 16:26 Author image
Agnar Prestá

28-ára gamli áleyparin hevur leingi verið settur við eitt skifti frá Atletico Madrid. Síðani Antoine Griezmann kom til spanska høvuðsstaðin úr Real Sociedad í Baskaralandinum í 2014, hevur hann verið ein profilur hjá liðnum hjá Diego Simeone. Griezmann hevur millum annað skorað 62 mál í La Liga. 

Fraklandingurin vann í fjør HM við Fraklandi og Europa League við Atletico Madrid. Annars er tað endað við fleri silvurheiðursmerkjum seinastu árini - í 2016 í Champions League og í 2018 og 2019 í La Liga. Við kappingarenda gjørdi Griezmann greitt, at hann vildi víðari, og Barcelona var favoritturin at fáa fatur á tekniskt sterka og snilda vinstrabeins-leikaranum. 

Tað hevur drigið nakað út, millum annað tí at Barcelona og Atletico ikki eru vorðin samd um ein keypsprís, og Griezmann hevur noktað at vant við í Madrid. Men í dag hevur Barcelona váttað, at Antoine Griezmann skiftir til liðið, ið hevur vunnið La Liga tvey ár á rað og átta ferðir seinastu ellivu árini. 

Leikarin hevði ein klasul í sáttmálanum við Atletico uppá 120 milliónir evrur, og hann hevur Barcelona nú útloyst. Griezmann fær ein fimm-ára sáttmála í Barcelona og fer at spæla í blusuni við 7-talinum á rygginum. 

Barcelona sigst eisini at royna at fáa Neymar aftur. 
 

placeholder
placeholder