Oyggjaleikir 2019

Rebekka rann seg til trygt silvur

- men iðraði seg um, at Maria Biskopstø ikki fekk pláss á pallinum.

2019-07-12 15:45 Author image
Ingi Samuelsen

Rebekka Fuglø rann seg í dag til eitt flott silvurheiðursmerki í 800 metra renning. Hon kundi ikki hótta Rachel Franklin frá Manoy, sum vann kappingina.

Hinvegin var tað ongin, sum kundi hótta Rebekku á øðrum plássi.

- Eg eri bara mega glað. Eg visti, at Rachel var sterk, men var í iva um hvussu langt mín styrki fór at røkka. Eg havi verið dravað av einum skaða í knænum, og havi ikki kunna vant 100 prosent upp til oyggjaleikirnar.

- Beint nú føli eg meg bara mega signaða. Tað var sum um eg fekk eyka styrki til renningina í dag. Eg eri bara so kedd av, at tað ikki eydnaðist Mariu at gerast nummar trý. Eg hevði so viljað, at vit kundi verið tvær føroyskar gentur á pallinum í dag, segði Rebekka Fuglø beint eftir at vera komin á mál.

Leingi sá tað gott út hjá Mariu Biskopstø. Eftir fyrsta umfarið legði hon seg á odda í bólkinum, sum elti Rachel og Rebekku, og hon helt seg á triðja plássinum tað mesta av umfarinum.

Men hinar tóku inn aftur á hana, og í endaspurtinum orkaði Maria ikki meira, og varð yvirhálað av tveimum kvinnum, so hon endaði sum nummar fimm. Men tá hevði hon eisini givið alt, sum hon átti, og mátti hjálpast inn í skuggan.

- 800 metrar eru altíð harðir at renna, og við hesum hitanum og vætuni í luftini er tað eyka hart, segði Rebekka Fuglø.  

Rachel Franklin av Manoy vann í tíðini 2:09,87, meðan Rebekka kom inn í tíðini 2:13,53.

Nummar trý var Katie Rowe av Guernsey 2:15,31, nr. 4 Yasmin Lookess av Jersey 2:16,27 og nr 5 Maria Biskopstø 2:16,94

placeholder
placeholder