Fótbóltur

Skála leigar áleypara úr KÍ

Talan er 20-ára gamla Aksel Bjartalíð Danielsen, ið er toppskjútti í 1. deild.

Aksel skoraði fyrr í ár ímóti B36 í steypakappingini  - Mynd: Norðlýsið

Aksel skoraði fyrr í ár ímóti B36 í steypakappingini - Mynd: Norðlýsið

2019-07-12 17:29 Author image
Agnar Prestá

Flytingargluggin í Føroyum steingir í dag, og Skála hevur í dag gjørt sína fyrstu flyting í summar. Aksel Bjartalíð Danielsen kemur úr KÍ; talan er um ein leigusáttmála fyri restina av kappingarárinum.

Aksel er uppvaksin í KÍ, og hevur fyri tað mesta spælt vaksnamannafótbólt í 1. deild við næstbesta liðinum. Har hevur áleyparin spælt 70 dystir og skorað 39 mál - 9 av teimum í ár og tað er flest saman við Clayton Soares. Í fjórðingsfinaluni í steypakappingini kom Aksel inn í Gundadali og sendi dystin í longda leiktíð, har KÍ vann 4-3. Fyriuttan hetta hevur hann bert spælt 14 minuttir fyri besta liðið í ár.

Fyri einum ári síðani varð Aksel B. Danielsen leigaður út til EB/Streym, har hann skoraði eitt mál í seks dystum í Betrideildini. Hann misti seinasta partin av kappingárinum orskað av einum knæskaða, ið eisini helt klaksvíkinginum úti størsta partin av uppstarinum í vetur. 

Skála liggur í løtuni á 6. plássið í Betrideildini við 18 stigum. Aksel kemur at styrkja álopspartin hjá teimum álopsinlittu. Søren B. Nielsen spældi bert tveir teir fyrstu dystirnar í ár; síðani hevur danin verið skaddur, og einki røkist fyri at hann verður til reiðar skjótt. Á Skála verður Aksel liðfelagið við beiggja sín Niels Paula Danielsen. Nýggi leikarin venur á Skála fyri fyrstu ferð í kvøld. 

Tøl: Faroe Soccer

placeholder