Oyggjaleikir 2019

Alex vann bæði gull og silvur

Enn eitt gott føroyskt hál á skjótibreytini í Gibraltar.

2019-07-12 16:59 Author image
Ingi Samuelsen

Aftur í dag kundi leirdúgvuskjúttin Alex Johannesen pyntast við heiðursmerki um hálsin.

Í seinastu kappingini á hugtakandi skjótibreytini í Gibraltar, Olympic Trap, fekk Alex silvurheiðursmerki, og vann sostatt bæði gull og silvur á oyggjaleikunum hesaferð.

Í teimum fimm innleiðandi umførunum skjeyt Alex 22, 20, 23, 23, 23 – 111 tilsamans, sum røkk til eitt fjórða pláss millum teir seks, sum sluppu víðari í finaluumfarið.

Og her gekk enn betri fyri Alex, sum við 38 dúgvum vann silvur aftan fyri Juan Bosch úr Menorca, sum fekk 41 dúgvur, men framman fyri Kevin Cowles úr Gibraltar, sum fekk 30.

Hin trap-skjúttin, Finn Ludvig, gjørdist nummar 16 í hesi kappingini.

 

placeholder
placeholder