Oyggjaleikir 2019

Bronsukrýnda stafettin

Eitt tað mest kærkomna úrslitið í frælsum ítrótti í Gibraltar var triðja plássið í 4x400 m fyri kvinnur.

2019-07-12 17:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað eru ikki nógv fólk eftir á áskoðaraplássunum á Lathbury Sport Complex í Gibraltar. Men tá tær fýra Alda S. Lamhauge, Margit W. Fríðmundsdóttir, Oddvør Josephsen og Maria Biskopstø vórðu róptar upp á pallin at taka ímóti bronsuheiðursmerkjum, var rómurin stórur, tí heilt nógvir føroyskir áskoðarar hava bíða eftir heiðursmerkjahandanini.

Bronsan í júst hesi kapping var millum mest kærkomnu og kanska eisini óvæntaðu úrslitunum í frælsum ítrótti á hesum oyggjaleikum.

[object Object]

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder