Oyggjaleikir 2019

Seinasta heiðursmerkið til Føroyar

Rebekka Fuglø fekk sum seinasti føroyingur handað silvur í 800 metra renning.

2019-07-12 17:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyar hava nú fingið sítt seinasta heiðursmerki á hesum 19. oyggjaleikunum í Gibraltar.

Tað var Rebekka Fuglø úr Treystinum, sum fekk silvur um hálsin fyri flottu renningina fyrr í dag í 800 metra kappingini – kappingin, ið verður søgd at verða tann harðasta av øllum rennigreinum, tí spurtast skal stórt sæð allan vegin.

Oyggjaleikirnir eru nú av. Um eina løtu verður endahátíðin, og í kvøld fara íðkarar og onnur, sum hava verið við á oyggjaleikum at seta nøsina heimaftur til Føroyar.

Flogfarið við føroyska ferðalagnum er væntandi í Vágum um sekstíðina.

Føroyar fingu tilsamans 22 gullheiðursmerki, 11 silvurheiðursmerki og 27 bronsuheiðursmerki.

[object Object]

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder