Oyggjaleikir 2019

Yvirlit: Fimm heiðursmerki til Føroyar seinasta dagin

Einki gull seinasta dagin á oyggjaleikunum.

2019-07-12 19:56 Author image
Sverri Egholm

Seinasti dagurin á oyggjaleikunum á Gibraltar var í dag. Síðstu heiðursmerkini vóru vunnin, men tíverri einki gull.

Samanlagt hava Føroyar vunnið 22 gull, 11 silvur og 27 bronsuheiðursmerkir. Tað er í løtuni óvist um øll úrslitini eru komin inn hjá hinum oyggjasamfeløgunum, men sum tað sær út nú liggja Føroyar á einum triðja plássi í samlaða yvirlitinum.

[object Object]Elin Heðinsdóttir Joensen handaði Sarah Vallin og Rigmor Napoleonsdóttir Arge bronsurnar (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]Alda Sigursdóttir Lamhauge, Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Oddvør Josepsen, Maria Biskopstø vunnu óvæntað bronsu í 4x400 metrum (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]Enn eitt silvur til Rebekku Fuglø (Mynd: Jens Kr. Vang)

Frælsur ítróttur
Hálvmarathon lið, Rigmor Napoleonsdóttir Arge og Sarah Vallin (bronsa)
800m, Rebekka Fuglø (silvur)
4x400m, Alda Sigursdóttir Lamhauge, Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Oddvør Josepsen, Maria Biskopstø (bronsa)

[object Object]Systrarnar Rakul Mikkjalsdóttir og Anna Mikkjalsdóttir tryggjaðu Føroyum einasta heiðursmerki í borðtennis hesuferð (Mynd: Sverri Egholm)

Borðtennis
Tvímansleikur kvinnur, Rakul Mikkjalsdóttir og Anna Mikkjalsdóttir (bronsa)

Skjóting
Olympic trap, Alex Johannesen (silvur)

 

placeholder
placeholder