Fótbóltur

Lukas Giessing til AB

Eftir nógv ár í FC Midtjyllandi kemur U21-landsliðsleikarin nú at spæla í Betrideildini.

Lukas Grenaa Giessing (nr.11) er nú AB-leikari - Mynd: Sverri Egholm

Lukas Grenaa Giessing (nr.11) er nú AB-leikari - Mynd: Sverri Egholm

2019-07-12 18:02 Author image
Agnar Prestá

AB er á 10. plássi í Betrideildini, og seinastu tíðina hevur felagið leitað eftir styrki. Málverjin Tobias Brogaard er komin úr danska AB, og fyrr í dag gjørdu argjamenn  avtalu við 19 ára gamla Lukas Giessing. Hetta skrivar bolt.fo.

Lukas Greena Giessing hevur seinastu árini verið partur av ungdómsdeildini hjá FC Midtjylland, og seinasta kappingarár spældi hann við U19-liðnum hjá FC Midtjyllandi, ið vann danska meistaraheitið og kom heilt til fjórðingsfinaluna í UEFA Youth League. Lukas var her liðfelagið við havnarmannin Hanus Sørensen, ið heldur fram í FC Midtjyllandi.

 [object Object]
(Hanus og Lukas sum DM-vinnarar)

Lukas var fyrr í partur av U21-landsliðnum. Hann spældi eitt korter í sinari debut á Svangaskarði ímóti Kasakstan. Frammanundan hevur Lukas Giessing spælt á U19 og U17-landsliðnum. Hann kann røkja fleiri pláss á vøllinum.

Sambært bolt.fo er avtalan millum Lukas og AB galdandi fyri restina av hesum kappingarárinum.

placeholder
placeholder